Seinnapartin í morgin, hvítusunnudag verður hugnaløta í Eiðis skúla, tá bygdaráðið fer at avdúka vinnararnar at tveimum ymiskum kappingum. Eiðis kommuna útskrivaði herfyri eina kapping um at finna eitt navn til nýggja barnagarðin, sum letur upp í bygdini seinni í summar, og eina búmerkjakapping til skúlan í bygdini.
Ein dómsnevnd hevur seinastu tíðina sitið og hugt eftir øllum teim innkomnu uppskotunum, og hevur burtur úr rúgvuni valt út vinnarar til hvørja kapping.
Við hugnaløtuna í morgin fara borgarstjórin Tordur Niclasen og formaðurin í mentanarnevndin, Tom Joensen at halda røður, og síðani avdúka nøvnini á vinnarunum. Aftaná verður ein kaffimunur við onkrum góðum afturvið at fáa.
Sum skilst á borgarstjóranum, er eitt rættiliga stórt tal av uppskotum komin inn, serliga til navnakappingina men eisini til búmerkjakappingina.
Hugnaløtan hvítusunnudag í Eiðis skúla byrjar kl. 15.