Eiði 2 - vatnorkuútbygging SEV’s

Tíðargrein:

Tað er við stórum sorgblídni at Føroya fólk enn einaferð noyðist at taka til eftirtektar at vatnorkuútbyggingar SEV´s aftur skulu fremja altoyðandi árin á føroyska náttúru í Eysturoy. Sjálvt eftir at umhvørvisárinskanningin frá Náttúrugripasavninum og Umhvørvisstovuni vísti at óheppin lívfrøðilig árin kundu staðfestast á avveittu økjunum Eiði 1 og 3, og at Føroya Náttúruverndarfelag óteljandi ferð hevur víst á, at samlaða Eiðisverkætlanin ikki lýkur altjóða sáttmálan um burðardygd og harafturat setur kravið um vernd av lívfrøðiligum margfeldni til viks, letur ovasti myndugleikin, Yvirfriðingarnevndin, loyvi til framhaldandi neyðtøku av áum og náttúru.

 

Føroya Náttúruverndarfelag hevur á fundi hin 31´januar viðgjørt framhaldni av Eiði verkætlanini har farast skal suður til Selatraðar eftir vøkru og lívgevandi áunum. Altjóða viðurkenda tíðarritið National Geografic kundi í 2008 kjósa Føroyar sum mest serstaka oyggjaland har eyðkennini vóru vøkru bygdirnar og áirnar, ið frítt runnu oman úr fjøllunum. Grannalond okkara Noreg og Svøríki og fyri stóran part eisini Ísland hava oytt allar sínar áir. Í Noreg avgjørdi stjórnin at síðsta stóra áin Vefsna skuldi friðast og harvið ikki kunna nýtast til vatnorku. Áin er búpláss fyri stórum mongdum av sjósíli. Í Svøríki eru einans 3 til 4 áir eftir, og eisini har hevur stjórnin friðað hesar náttúrugripir fyri framtíðina.

 

Nevndin í Føroya Náttúruverndarfelag metir SEV ætlanina at halda fram við tøku av okkara vøkru áum sum ómegd og boðan um tørvandi vitan og innlit í at aðrir møguleikar eru at troyta náttúrutilfeingið á burðardyggan hátt. SEV hevur ført fram at vilja vit framburð og vøkstur og eitt gott samfelag, er neyðugt at vit framhaldandi útbyggja vatnorkuna. Sagt verður at vatnorka er sonevnd grøn orka og at hon m.a. vil minka um nýtsluna av fossilari orku og við tí útlatið av veðurlagsgassum. Tað stendur púra greitt frá fleiri granskingarroyndum at tað at savna vatn í byrgingar hevur við sær eitt ovurstórt útlát av methangassi. Kanadiskir granskarar hava prógvað at serstakliga í smáum vatnorkuverkum og byrgingum er útlátið av vakstrarhúsgassum líka so stórt sum frá dieselmotorum – millum 300 og 500 gram CO2 fyri hvønn framleiddan kilowattíma.

Sostatt er alt tos um sparingar í CO2 útlatinum við at fremja vatnorkuútbyggingar burturvíst.

Afturat óheppnum árinum á veðurlagsbrotingar hevur sjálvt vatnið, ið stendur í byrginini, eina sera vánaliga dygd. Ovaru vatnløgini framleiða vegna fotosyntesuna stórar nøgdir av sýru meðan niðaru myrku botnløgini fylt upp av móru umskapa lívrunnin evni til methangas. Tá vatnið so verður latið gjøgnum turbinur og á sjógv hevur tað óheppin árin á lívfrøðina í sjónum. Mineralir, søltir, smákykn

og stórar nøgdir av súrevni hopast upp í byrgingunum og koma ikki at tæna endamálinum at lívga um og føða planktonvøkstur og harvið støðið undir føðiketuni – okkara lívsgrundarlag, sum er fiskurin í sjónum.

 

Nevndin í Føroya Náttúruverndarfelag átalar at okkara politiski myndugleiki ikki viðger og setur út í kortið hvussu so avgjørd týdningarmikil mál sum orkuframleiðsla og gagnnýtsla av náttúrutilfeingið skulu fara fram. Vit hava tikið um helvtina av tøku vatnorkuni, enntá sera illa gagnnýtt tá stór orkutap kunnu staðfestast í allari Eiðisverkætlanini. Vit hava um 100mill.Kwtímar vatnorkuframleitt ravmagn og sostatt góðar 100mill.Kwtímar eftir at taka, men so eru vit eisini fyriuttan vøkru áirnar og vøtnini. Vitandi at framtíðar orkutørvurin verður fleiri milliardir kilowattímar og at hesin skal framleiðast við øðrum enn fossilari orku, átti tað at fingið okkara politikarar at taka seg um reiggj og sagt frá hvør tað er sum setur út í kortið hvussu framtíðar náttúruvirði skulu tryggjast í mun til orkuframleiðslu.

Vit vilja harðliga átala at SEV letur hánt um aðrar møguleikar at framleiða ravmagn. Væl ber til at pumpa vatn upp til verandi byrgingar við vindorku og enntá við sera høgum nýtslustigi. Hetta verður framt í fleiri londum, men sær ikki út til at feløg uttan fyri SEV skulu sleppa inn á ravmagnsmarknaðin. Alduorkuverkætlan SEV´s í samstarvi við SeaWave verður av Føroya Náttúruverndarfelag ikki tikin í álvara, men skoðað sum undanførðsla, einans fyri at SEV skal fáa frí og stundir við framhaldandi vatnorkubyggingum. SeaWave tøknin er løgd á hillina av útlendskum alduorkuserfrøðingum, og gransking og menning fer fram innan aðrar hættir. M.a. sæst nýggja verkið vestur úr portugisisku strondini nevnt Pelamis. Verkið riggar sera væl og er m.a. leyst úr strond og lagt út langt frá landi.

Nevndin vil eisini harðliga átala at SEV ikki vildi stuðla undir sjóvarfalls-orkuverkætlanin, ið var í umbúna í samstarvi við enskar framleiðarar og granskingarsstovur í Noreg og Danmark.

Føroyar eru og verða framhaldandi afturútsigldar innan burðardygga gagnnýtslu av ovurstóra orkutilfeingi okkara. Nýggj tøkni menninst hvønn dag, men sleppa vit ikki upp í part so leingi politiski myndugleikin letur standa til.

 

Vit átala somuleiðis at landsstýrið ikki kemur aftur í tingið við nýggju náttúrufriðingarlógini. Tørvurin er stórur á at vit fáa demokratiserað lóggávuna kring náttúruvernd og friðingar.

 

 

Føroya Náttúruverndarfelag FNU

Kári Thomsen, formaður