Rógvi Nybo
Á ólavsøku legði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, ein nýggjan løglista fram. Í løglistanum, sum løgmaður leggur fram á ólavsøku, eru øll tey mál, landsstýrið ætlar at leggja fram í tingsetuni. Løglistin er eitt sokallað arbeiðsprogramm hjá landsstýrinum. Men í farnu tinsetu gekk tó einki serligt við at leggja tey mál fram, sum ætlað var.
Uppgerðin á hesu síðu vísir, at av teimum málum, landsstýrið ætlaði at leggja fyri Løgtingið í farnu tingsetu, átti landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, tey flestu, meðan løgmaður sjálvur eingi mál legði fyri Løgtingið.
Serliga er tað Løgmansskrivstovan, ið haltar eftir, tá talan er um at bera mál í Tingið. Í løglistanum stóðu ellivu mál, ið Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, ætlaði at leggja fyri Løgtingið. Men einki av málunum kom vegin fram í farnu tingsetu. Somuleiðis ganga heili fimm av sjey málum aftur í nýggja løglistanum, sum løgmaður legði fyri Tingið hesa tingsetuna.
Fiskimálaráðið frægast
Í farnu tingsetu var tað bert landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, ið megnaði at leggja øll málini á løglistanum fram. Tó skal sigast, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumáum bert hevði trý mál at leggja fram, og hesi funnu øll vegin fram í Løgtingið.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, legði fimm av trettan málum í løglistanum fyri Løgtingið.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, legði seks av 16 málum fyri Tingið, meðan landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, legði fýra av 11 málum fram.
Karsten Hansen, sum er landsstýrismaður í heilsumálum, legði trý av átta málum fram, meðan Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, legði tvey lógaruppskot av átta fyri Tingið.
Annika Olsen, landsstýriskvinna í Almannamálum, legði eitt uppskot fyri Løgtingið av teimum fýra málunum, ið vóru fráboðað í ólavsøkurøðu løgmans í 2012.
rogvi@sosialurin.fo
--------------
Løglisti 2012
Løgmansskrivstovan (0/11)
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (yvirtøka av
málsøkjunum útlendingaøki og marknaeftirlit)
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.
Uppskot til verklagslóg um Stokkastovu
Uppskot til samtyktar um, at Føroyar taka undir við sáttmálanum um havnatiltøk fyri at fyribyrgja,
basa og útiloka ólógligan, ófráboðaðan og óskipaðan fiskiskap
Uppskot til samtyktar um at gera broytingar í NAFO-sáttmálanum
Uppskot til samtyktar um Norðurlendskan sáttmála um sosiala trygd
Uppskot til samtyktar um Sjálvbodna frumskjalið um barnasølu, barnaskøkjulevnað og
barnapornografi tilhoyrandi Barnarættindasáttmálanum
Uppskot til samtyktar um Sáttmála Sameindu tjóða móti skipaðum brotsverkum um landamørk
Uppskot til samtyktar um Frumskjalið at fyribyrgja, basa og revsa mannahandli, serliga handli
við kvinnum og børnum, tilhoyrandi Sáttmála Sameindu tjóða móti skipaðum brotsverkum um
landamørk
Uppskot til samtyktar um Sjálvbodna frumskjalið tilhoyrandi Sáttmálanum um rættindi hjá
einstaklingum, ið bera brek
Aðalorðaskifti um frágreiðing um uttanríkispolitikk
Fíggjarmálaráðið (4/11)
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
Uppskot til løgtingslóg um at broyta linkingarhátt frá eksemptión til credit
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arvaavgjald
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald við skráseting av motorakførum
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld á framleiðslu og innflutning
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum
Uppskot til løgtingslóg um skatting av eftirlønum
Uppskot til ríkislógartilmæli um fíggjarligt virksemi
Fiskimálaráðið (3/3)
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búnaðargrunn
Vinnumálaráðið (6/16)
Uppskot til løgtingslóg um fjarskifti
Uppskot til løgtingslóg um produkttrygd
Uppskot til løgtingslóg um arbeiðsmarknaðarráð
Uppskot til løgtingslóg um seming í arbeiðsósemjum
Uppskot til løgtingslóg um pakkaferðir, pakkafrítíðir og pakkatúrar
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslógini um trygd á sjónum
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsskaðatrygging
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sterkstreymsútbúnað
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um elinneleggjarar
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (vinnufelagslógin)
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tryggingarvirksemi
Uppskot til ríkislógartilmæli um dagføring av immaterialrættinum
Uppskot til ríkislógartilmæli um sjólógina
Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om luftfart
Mentamálaráðið (5/13)
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlalan
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg: eftirskúlalógin
Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um skúlafyrisiting frá 1978
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útgávu av undirvísingarmiðlum
Uppskot til løgtingslóg um at útbyggja Studentaskúlan og HF-skeiðið í Eysturoy
Uppskot til broytingar í løgtingslóg um stuttar framhaldsútbúgvingar á yrkisskúlunum
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til musikkskúlar
Uppskot til løgtingslóg um størv í fólkakirkjuni
Uppskot til løgtingslóg um upphavsrætt
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til mentan og list v.m. og løgtingslóg
um Mentanargrunn Landsins
Uppskot til løgtingslóg um broytingar í løgtingslóg um yrkisskúlar
Uppskot til løgtingslóg um mentanarsøgulig skip
Uppskot til løgtingslóg um broytingar í løgtingslóg um lestrarstuðul
Heilsumálaráðið (3/8)
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung
?Uppskot til løgtingslóg um forboð fyri at selja solarium til persónar yngri enn 18 ár
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd
Uppskot til løgtingslóg um ráðgevandi fosturtøkunevnd
Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”Lov om autorisation af
sundhedspersoner og om sundhedsfaglig virksomhed”
Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”Lov om videnskabsetisk behandling
af sundhedsvidenskabelige forskningsprojekter”
Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Lov om brug m.v. af radioaktive stoffer”
Almannamálaráðið (1/4)
Uppskot til verklagslóg um ungdómspensjónat
Uppskot til verklagslóg um sambýli til heilaskadd
Aðalorðaskifti um eldrarøkt
Uppskot til lógarbroytingar orsakað av játtanarkarmunum 2013
Innlendismálaráðið (2/8)
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um náttúrufriðing
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um íløt til drekkivørur at avloysa verandi lóg um
íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um verju av havumhvørvinum
Uppskot til løgtingslóg um alment kunngerðablað
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslógarkunngerð um ferðslu
Ríkislógartilmæli um broyting í Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven
Ríkislógartilmæli um broyting í Lov om pas til danske statsborgere m.v.
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um alment innlit (skjalainnlit í starvsfólkamál)