EHF: - Elias Ellefsen á Skipagøtu is a Highlight Machine

Evropeiska hondbóltssamgongan, EHF hevur lagt eina ótrúliga detalju hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu út á sína Twitter rás

- Elias Ellefsen á Skipagøtu er ein hæddarpunkts-maskina. Hann vísir ró og tamarhald og gevur málverjanum hjá Aix eina hárklipping.

 

Soleiðis skrivar EHF European League Twitter rásin hjá EHF um eitt ótrúligt mál Elias skoraði móti franska liðnum, Aix á heimavølli í Partille í kvøld.

 

Elias skoraði 10 mál tá hann og liðfelagarnir vunnu 33-31 (18-14) á Aix. Sävehof hevur seks stig fyri átta dystir, og skal spæla á útivølli móti Gorenje í Slovenia komandi týskvøld klokkan 17.45.

 

HER  sæst ótrúliga detaljan og málið hjá Eliasi, ið EHF nevnir eina hæddarpunkts-maskinu. 

 

Í hinum dystunum í EHF European League bólki C vann Nexe 31-23 (14-9) á Gorenje, og Magdeburg vann 33-31 (16-15) á La Rioja.

 

Nexe er á odda við átta stigum fyri fimm dystir. Magdeburg hevur sjey stig og Sävehof hevur seks stig, bæði fyri fýra dystir. La Rioja og Gorenje hava trý stig fyri fimm dystir, og aftast er Aix við einum stigi fyri fimm dystir. 

 

Svenska Handbollskanalen orðaði tað so væl um flotta málið hjá Eliasi - Kvällens delikatess bjöd Elias Ellefsen a Skipagötu (vem annars?) på när han på något otroligt sätt lyckades få in bollen i trängt läge.