Í eini sjónvarpsrøðu hevur herovastin í Egyptalandi greitt frá, at Mohammad Mursi er loystur úr embætinum sum forseti landsins, og at landið nú fær eina skiftisstjórn, til val aftur verður hildið.
Grundlógin í Egyptalandi er fyribils sett úr gildi, og leiðarin fyri grundlógardómstólinum er settur sum leiðari fyri skiftisstjórnini, segði ovastin fyri egyptiska herinum, Abd al-Fattah al-Sisi.
Hann segði eisini, at hann nú ætlar at fáa í lag eitt forseta- og tjóðartingsval, umframt at ein serlig nevnd skal setast at endurskoða grundlógina, umframt at ein serlig nevnd skal fáa sum uppgávu at fáa semju og frið í Egyptalandi, sum hann málbar seg.
Mohammad Mursi er staddur á einum loyniligum staði, sigur ein av ráðgevum hansara við Reuters-tíðindastovuna, men á almennu Facebook-síðuni hjá frákoyrda forsetanum viðmerkir hann støðuna og sigur talan vera um eitt hernaðarkvetti.
Hinvegin brakar og bleiktrar luftin yvir Tahrir-torginum av fýrverki, tí har eru túsundtals fólk komin saman at fagna avgerðini hjá herinum, og í gøtunum í Kairo síggjast hópin av floytandi bilum.
Men viðhaldsfólkini hjá Mursi eru ikki fegin um, at forseti teirra er koyrdur frá valdinum og at herurin hevur gjørt av, hvussu landið skal stjórnast, til val verður aftur.
Enn er alt hetta so nýtt, at eingin torir við vissu at siga, hvat tað endar við. Summir eygleiðarar siga seg stúra fyri borgarakríggi, meðan aðrir halda, at henda tilgongdin er neyðug, skal Egyptaland fáa eitt demokrati, ið ikki bara tekur ímóti atkvøðunum, men eisini virðir fólkið.









