Egyptiska løgreglan fingið boð um at skjóta

Seinnapartin í dag fer egyptiska valnevndin at boða frá, hvør verður landsins fyrst valdi forseti. Myndugleikarnir rokna við ófriði í sambandi við fráboðanina, og innanríkisráðharrin hevur givið løgregluni boð um at skjóta og drepa ágangandi mótmælisfólk.

-Mohamed Ibrahim, ráðharri, hevur givið løgregluni boð um at skjóta fyri at drepa øll, sum royn at søkja at løgreglustøðum, eftir at úrslitið er kunngjørt, sigur talsmaðurin hjá innanríkisráðnum, Marwan Mustapha, sambært amerikanska sjónvarpinum CNN.

Hann leggur afturat, at myndugleikarnir hava sent væl mannað løgreglulið til síðugøturnar við Tahrir-plássið í Kairo fyri at verja almennar bygningar.

Stórur spenningur er um úrslitið av forsetavalinum, og bæði valevnini hava kannað sær sigurin.