Egyptar lata Gaza-markið upp

Egyptiska stjórnin hevur gjørt av at lata markið ímóti Gaza-geiranum upp, og fyribils kunnu palestinar ferðast frítt um markið. Tað vátta egyptiskir og palestinskir embætismenn.

Marknaliðið við Rafa, sum nú er opið, er tað einasta við Gaza-markið, sum ikki er undir fullum ísraelskum eftirliti.

Egyptaland hevur ikki serliga góð viðurskifti við Hamas-stýrið í Gaza-geiranum, sum politiskr er í parti við andstøðuni í Egyptalandi. Hesin spenningurin hevur gjørt, at marknaliðið í Rafa hevur markið bara verið opið okkurt stutt tíðarskeið av og á, síðani Hamas kom til valdið í Gaza-geiranum.

Tað er heldur ikki vist, hvussu leingi tað verður opið hesaferð.