Egyptaland tekur sendiharran úr Ísrael

Egyptiski forsetin, Mohamed Mursi, hevur givið landsins sendiharra í Ísrael boð um at koma heim, eftir at ísraelska hermegin beindi fyri einum leiðandi limi í Hamas-rørsluni í dag.

Talsmaðurin hjá Mursi, Yassir Ali, sigur, at sendiharrin hevur fingið boð um at koma í uttanríkisráðið í Kairo.

Egyptiski uttanríkisráðharrin, Mohamed Amr, hevur fordømt ísraelska álopið í dag. Hann sigur, at tað er vandi fyri, at hendingin kann elva til øktan spenning, og at tað kann fáa avleiðingar fyri alt økið.

Ein talsmaður fyri Hamas segði í dag, at við álopinum hevur Ísrael latið dyrnar til helheimin upp. Sjúkrahúskeldur í Gaza siga, at tey ísraelsku loftálopini í dag hava kravt 10 mannalív.