Nevndin, sum er sett til at orða eina nýggja grundlóg fyri Egyptaland, fer at skjóta upp, at forsetaskeiðið verður fýra ár, og at persónar kunnu í mesta lagi røkja embætið í tvey valskeið. Tað segði Tariq al-Bishri, sum er formaður í grundlógarnevndini, við tíðindafólk í Kairo í dag.
Talan verður sostatt um eina broyting, tí eftir núgaldandi lógini er forsetavalekeiðið seks ár, og tað er einki mark fyri, hvussu ofta forsetin kann veljast aftur.
Hernaðarráðið, sum stýrir Egyptalandi, hevur boðað frá, at tann nýggja grundlógin skal til fólkaatkvøðu seinni í ár.