Í kvøld hevur Egyptaland endurvunnið afrikanska meistaraheitið í fótbólti. Í finaluni í Nations Cup, sum seinastu vikurnar hevur verið í Ghana, vann Egyptaland 1-0 á Cameroun.
Talan var um uppgerð, sum var eyðkend av nógvum nærdystum, hørðum spæli, og tað var langt millum uppløgdu málmøguleikarnar.
Egyptaland hevði betri tak á spælinum, og egyptar spældu seg til møguleikar, men væl upplagdi Carlos Kameni vardi málið hjá Cameroun ógvuliga væl.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki varð Mohammed Zidan innskiftur. Fyrrverandi AB og FC Midtjylland spælarin, sum nú spælir í Hamburger SV, átti stóran leiklut, tá ið Egyptaland eitt korter undan leikloki skoraði sigursmálið.
Mohammed Zidan tiltuskaði sær bóltin í nánd av brotsteiginum hjá Cameroun, hann spældi upp á tvørs til Mohamed Abo Terika, sum var púra leysur, tá ið hann setti bóltin í málið.
Cameroun spenti álopsbogan síðstu løtuna, og teir høvdu onkran tilvildarligan málmøguleika, men tað eydnaðist ikki Samuel Eto og hinum álopsspælarunum at skjóta mál, og harvið endurvann Egyptaland afrikanska meistaraheitið.
Hetta var sætta ferðin, at Egyptaland hevur vunnið Nations Cup. Einki annað land hevur vunnið kappingina um afrikanska meistaraheitið so ofta sum Egyptaland.