Unnusta hansara, Thi Phung Do, er ættað úr Vietnam, og á hvørjum ári ferðast tey til heimland hennara at vitja vinir og kenningar.
Tey hava verið har í skjótt fýra mánaðir, og skuldu flogið heim til Danmarkar fyrr í mánaðinum, men higartil hevur alt verið tær beru útsetingar og avlýsingar. Hetta hevur fingið tey til bæði at ótolnast og falla í fátt, men nú hava tey fingið boð um, at tey møguliga sleppa við einum flogfari í dag 23. mars.
Um so er, at tíðarætlanin heldur, flúgva tey fyrst til Malaysia, síðani til Amsterdam, og har frá til Aalborg Lufthavn.
Egon sigur, at sum viðurskiftini eru har í løtuni vegna Korona-smittuna, er lítið skil á flogferðsluni, men sum sagt vónar hann, at hann er heima aftur í Danmark einaferð í næstu viku. Men tað kann lættliga henda, at hann verður noyddur at verða í Vietnam eina góða løtu afturat.











