– Grundarlagið fyri at geva øðrum enn nótaskipunum eginkvotur er enn ikki komið upp á pláss, sigur Jacob Vestergaard.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum er samdur við Fiskivinnuráðnum, sum í sínum hoyringssvari vísir á at størst virðisøking fæst burtur makrelfiskiskapinum, um allur fiskiskapurin verður skipaður við eginkvotum.
Les eisini: Samfelagið fær ikki optimalt burturúr
– Ja, eg eri púra samdur við hesum sjónarmiði. Skipini hava best møguleika at leggja til rættis og fáa harvið sum mest burturúr, tá tey hava eina eginkvotu heldur enn felagskvotu at fyrihalda seg til, sigur Jacob Vestergaard.
Kortini leggur landsstýrismaðurin aftur í ár upp til, at bara nótaskipini skulu fáa eginkvotur. Hesin bólkurin fær 70.000 tons av makreli og stívliga 21.000 tons av norðhavssild, býtt sum eginkvotur til hvørt einstakt skipið. Allir aðrir skipabólkar skulu fiska av felagskvotu við hámarki fyri hvørt skipið.
Fiskivinnuráðið vísir á, at serliga í bólki-2, sum eru trolararnir, kann leisturin hjá landsstýrismanninum føra til olymipskan fiskiskap, har skipini ikki fáa optimalt burturúr.
Argumentið er, at har eru lutfalsliga nógv skip inni í bólkinum, sum við einum lutfalsliga høgum hámarki á 2250 tons til hvørt skipið kunnu fiska samlaðu kvotuna á 22.500 tons upp skjótt. Skipini hava tí ikki ráð at bíða av ótta fyri at kvotan verður fiskað undan teimum.
Skipini í bólki-2 mæla til tvær loysnir – antin at lækka hámarkið, ella útseta fiskiskapin hjá hesum bólki til 21. juli, tá góðskan á makrelinum skal vera betri og uppíbland av sild minni.
Jacob Vestergaard sigur seg vera sinnaðan at dato’in, soleiðis at fiskiskapurin byrjar seinni. Men hinvegin er hann ikki serliga heitur fyri at broyta hámarkið til hvørt skipið.
Nú Fiskivinnuráðið hevur havt kunngerðina til ummælis er klárt at lýsa hana.
– Tað verður ætlandi gjørt fríggjadagin, so so kann fiskiskapurin byrja, sigur Jacob Vestergaard.
Hoyr samrøðu við Jacob Vestergaard við at trýsta á pílin undir myndini.