Egil vil hjálpa føroyingar í samband við andaliga heimin

39 ára gamli hvalbingurin Egil Maigaard arbeiðir sum healari og miðil millum okkara verð og tann andaliga heimin. Hann sær stórar møguleikar í persónligari menning við at hava samband við andaliga heimin, og í november mánaði kemur hann til Føroya at læra føroyingar healing

Egil Maigaard hevur altíð kent á sær, at tað er meira millum himmal og jørð, enn vit vanliga geva okkum fær um. Hvalbingurin, sum síðani miðskeiðis í áttatiárunum hevur búð í Danmark, er nú miðil millum andaliga heimin og vanlig fólk.
 Eg havi altíð havt serlig evni til at uppliva ymiskt við tilknýti til andaliga heimin. Eg plagdi at síggja skuggar heima hjá okkum, kendi altíð okkurt rundan um meg, og eg havði eisini sanndreymar, sigur Egil Maigaard.
 Tað hevur ligið til familjuna hjá okkum at hava hesi evni, og eg var í nógv ár bangin fyri hesum. Eg vildi líkasum ikki viðurkenna tað og royndi at nokta fyri tí. Eg sá ongan møguleika fyri at brúka evnini hjá mær til nakað positivt, greiðir hann frá.
Tað kom vend í fyri trimum árum síðani, tá ið Egil gjørdi av at fara á ein skúla, sum gav frálæru í clairvoyansu og healing.
 Eg var forvitin og sá hetta eisini sum ein møguleika at menna meg persónliga, sigur 39 ára gamli Egil Maigaard.
Hann hevur eisini verið á skúla í Onglandi, og hann tekur leypandi meira útbúgving um healing og annað.

Positiv orka úr andaliga heminum
Eftir at hava fingið frálæru um alt  ella nógv  millum himmal og jørð á danska skúlanum, er Egil Maigaard blivin meira tilvitaður um sítt samband við andaliga heimin, og hann bjóðar sær nú til at hjálpa fólki við mentalum miðlavirki og healing.
 Eg arbeiði dagliga sum social- og sunnheitsassistentur, men í frítíðini havi eg sonevndar sittings og healing við fólki. Eg hjálpi fólki við at koma í samband við sína egnu sál og at menna seg gjøgnum positiva orku úr andaligu verðini, sigur Egil Maigaard.
 Fólk misskilja ofta hetta við nakað ófrættakent og okkult, men tað er tað als ikki. Endmálið við hesum er at menna fólk, fáa tey at hugsa meira positivt og at lata tey sleppa av við mentalar ella fysiskar trupulleikar. Tað, sum tú hugsar, fært tú fatur á, og clairvoyansa og healing kann styrkja og menna teg bæði mentalt og fysiskt, sigur hann.

Brúkar seg sjálvan sum amboð
Egil Maigaard hevur sítt egna felag, sum hann kallar Life Vision, og har bjóðar hann fólki healing og at vera miðil millum tey og andaligu verðina.
 Hetta er ikki okkult, healing hevur altíð verið til, og í Bíbliuni verður eisini tosað um hetta. Jesus bæð lærusveinar sínar fara út at lekja fólk.
 Eg leggi ikki hond á fólk fyri at lekja tey, men ígjøgnum meg kunnu tey fáa positiva orku úr tí andaliga heiminum, so at tey kunnu sleppa av við mentalar ella fyskiskar trupulleikar. Eg vil einki vita um, hvørjar trupulleikar fólk hava, tí tað eri ikki eg sjálvur, sum skal hjálpa teimum. Eg eri bara eitt medie millum tey og vegleiðarar í andaliga heiminum, sigur Egil Maigaard.
 Eg mediteri hvønn dag fyri at útvikla mína vibratión, so eg kann røkka longur út eftir orku. Tað er eitt lívslangt arbeiði at menna seg sum medie, sigur hann.

Til Føroya at læra frá sær
Í døgunum 25. og 26. november verður Egil Maigaard í Føroyum, og tá ætlar hann sær at læra føroyingar at fáa samband við vegleiðarar í andaliga heiminum. Frálæran verður í Hvalvík, og tað er Unn í Dali, sum skipar fyri hesum.
 Fyrsta skeiðið snýr seg nógv um meditatión, so at fólk gerast tilvitað um andaliga heimin og kenna seg trygg við hann. Eg kann geva fólki nøkur reiðskap, sum tey kunnu brúka, men eg leggi sera stóran dent á, at alt fer rætt fram, og at moralur og etikkur er í lagi, sigur Egil Maigaard.
 Øll eru fødd við evnunum at hava samband við andaliga heimin. Børn síggja og merkja ofta ymiskt, sum vaksin fólk halda vera fjas, og við tíðini verða hesi evni undirtrykt. Men tað ber til at fáa samband við andaliga heimin, og tað kann líknast saman við at venja vøddar. Meira tú venur, betur verður tú til tað, sigur hann.
Tey, sum vilja vita meira um virksemi hjá Egil Maigaard, og tað, sum hann bjóðar fólki, kunnu vitja heimasíðuna www.lifevision.dk