Tað var óvæntað, at veteranurin Egil á Bø síðsta sunnudag var í miðverjuni, tá ið EB/Streymur í Gundadali varpaði HB úr steypakappingini. Tá undirstrikaði Egil, at tað – fyribils í hvussu so er – ikki skuldi roknast við, at hann fór at vera á besta liðnum. Úr Sundalagnum verður sagt, at Egil hevur ikki vant síðani, og at tað tískil ikki skal roknast við, at hann verður at síggja ímóti B36 sunnudagin.
Meistararnir hava fingið luft undir veingirnar seinastu ferðirnar. Eftir 6-0 á heimavølli ímóti AB megnaði EB/Streymur sunnudagin á útivølli at varpa favorittarnar í HB úr steypakappingini eftir brotssparkskapping. Í opnum spæli endaði tað málleyst eftir longda leiktíð. Harvið er einki mál farið ígjøgnum hjá René Tórgarð í 210 minuttir.
Einki hevur enn verið at sæð til Brian Olsen og Arnbjørn Hansen.
B36 hevur ikki tapt tríggjar tær seinastu ferðirnar. Úrtøkan hevur tó bara verið fimm stig, tí eftir trivaliga 3-0 sigurin í Sørvági, hevur talan verið um javnleikir á heimavølli ímóti AB og ÍF.
Í gjár vístu ungu menninir á næstbesta liðnum gott avrik og sannførandi 5-1 sigur á FC Suðuroy. Jákup á Borg er framvegis skaðaplágaður, og Rasmus Dan Sørensen er rættuliga við at spæla seg inn í hitan.
joannes@sosialurin.fo