Egil og Helgi mettu um komandi umfar

(Ljóðsamrøða) Hoyr samrøðuna, sum var við Egil Olsen og Helga L. Petersen í "Vespureiðrinum" her

Seinastu gestirnir, sum Jonhard Hansen og John Andersen høvdu í "Vespureiðrinum" á Rás2 seinnapartin, vóru Helgi L. Petersen, hjálparvenjari hjá NSÍ, og Egil Olsen, sum hevur havt nógvar leiklutir í NSÍ, umframt at hava spælt við TB, sum ungur.

 

Egil og Helgi tóku samanum dystirnar, sum vóru í effodeildini farna vikuskiftið, og teir mettu um komandi umfar í effodeildini, sum verður avgreitt komandi vikuskiftið.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum Jonhard Hansen og John Andersen høvdu við Egil Olsen (myndin) og Helga L. Petersen.

 

(Mynd: nsi.fo)