Egil á Bø skipar fyri fótbóltskapping

Ætlanin við kappingini er at savna inn pening til átakið »Í menniskjum góður tokki«, sum ynskir at hjálpa barnafamiljum, sum liva undir trongum fíggjarligum korum.

 

Sambært heimasíðuni hjá EB/Streymi, so luttaka øll feløg, ið vóru partur av Vodafonedeildini í ár, í innamdurakappingini, umframt at nýggju liðini í deildini, 07 Vestur og KÍ, eisini manna lið.

Tað kostar 50 krónur fyri vaksin og 20 krónur fyri børn at fylgja kappingini, sum verður í ítróttarhøllini á Eiði sunnudagin klokkan 15.00. Roknað verður við, at tað tekur tríggjar tímar at avgreiða kappingina, har liðini rinda ávíst luttøkugjald.

 

Allur peningurin, sum kemur inn, fer til átakið »Í menniskjum góður tokki«.