Egil á Bø heldur fram

Heimasíðan hjá EB/Streymi skrivar, at 35 ára gamla verjukempan hevur longt avtaluna við einum ári. Felagið fegnast almikið um, at liðskiparin tekur enn eitt tørn fyri felagið.

EB/Streymur kunnger eisini, at Gert Hansen og Arnar Dam halda fram í Sundalagnum.