Egil aftur á Mølina

Egil á Bø flytir nú úr B36 og aftur til EB/Streym, har hann ætlar at vera, inntil hann fer at gevast at spæla á hægsta støði

EB/STREYMUR FYRIREIKING

EB/Streymur rakk í júst farna kappingarárinum fimta plássinum. Tað er besta endastøða, sum EB/Streymur nakrantíð hevur rokkið í bestu deildini.
Felagið er farið undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið. Piotr Krakowski verður venjari, men talan verður ikki um stórvegis útskiftingar í spælarahópinum. Tað hevur ikki verið at frætt um nakran, sum ikki fer at halda fram, og í EB/Streymi verður sagt, at teir hava ikki ætlanir um at leita eftir nógvum nýggjum spælarum. Teir eru væl nøgdir við fólkið, sum teir hava havt.
Ein nýggjur spælari kemur til EB/Streym. At siga, at talan er um nýggjan spælara, er kanska at taka munnin í so fullan. Talan er heldur um gamlan kenning, sum leitar aftur til barndómsfelagið.
Egil á Bø spældi í fjør við EB/Streymi. Í ár hevur hann aftur verið í B36, har hann var í fleiri ár, áðrenn hann í fjør fór aftur til EB/Streym, og nú er hann á veg aftur á Mølina.
- Jú, tað er rætt, at eg havi gjørt avtalu við EB/Streym um, at eg skal spæla við teimum næsta ár. Eg eri 30 ára gamalur, og árini fara at fækka, sum eg havi eftir í fremstu røð. Eg taki eitt ár í senn. Sum tað sær út í løtuni, so ætli eg mær ikki aftur at skifta felag. Eg verði í EB/Streymi, inntil eg fari at gevast, sigur Egil á Bø.
Umframt í EB/Streymi og B36 hevur Egil á Bø eisini spæl við ÍF og NSÍ.