LANDSLIÐSMINNI
Tað hava verið nógvar viðmerkingar til løtuna mikukvøldið í síðstu viku, tá ið smáu Føroyar tókust við størstu europeisku fótbóltstjóðina, Týskland.
Í FSF hava tey serliga lagt til merkis heilsanina, sum FSF formaðurin hósdagin í síðstu viku fekk frá Egedius Braun. Í týskum, europeiskum og altjóða fótbólti hevur hann ikki verið hvør sum helst.
Nú er hann fráfarin fyri aldur. Men hann var í síni tíð bæði máttmikil formaður í týska fótbóltssambandinum og næsti maður hjá Lennart Johannson, formanni í UEFA. Síðani Egidius Braun fór úr máttmiklu stólunum, hevur hann verið heiðursformaður í týska fótbóltssambandinum.
Tað er eingin loyna, at Egidius Braun altíð hevur verið sera áhugaður í Føroyum og føroyskum fótbólti. Eitt nú fekk FSF vakra takkarkvøðu frá honum, tá ið týskt regiónslið fyri tíggju árum síðani hevði verið her og spælt ímóti føroyska kvinnulandsliðnum. Egidius Braun og Torleif Sigurðsson eru persónligir vinmenn.
Í heilsanini, sum heiðursforsetin í týska fótbóltssambandinum sendi síðsta hósdag, sigur hann soleiðis:
- Sum í millóna talið av øðrum týskarum sat eg í gjárkvøldið og hugdi í sjónvarpi at EM undankappingardystinum millum Føroyar og Týskland.
Eg sá upp til tykkara spælarar og undraðist á áhaldandi stríðið, sum teir løgdu í uppgávuna. Tað var ikki frítt, at eg kendi meg í eini tvístøðu. Eg vónaði, at liðið hjá okkum fór at vinna, men samstundis hevði eg eina vón um, at liðið hjá tykkum skuldi megna at varðveita javnleikin, sum teir bara vóru heilt lítla løtu frá at røkka.
Eg vil fegin serliga heilsa málverjanum hjá tykkum. Kunnu tit gera so væl og bera honum tær bestu heilsur frá mær og siga honum, at hann var framúr góður.
Tað rørdi meg djúpt, tá ið tann fjúrtan ára gamli føroyski drongurin so frágera væl og kensluborið sang báðar tjóðsangirnar. Fyri mær kendist tann løtan sum hæddarpunktið á kvøldinum.
Eg ynski liðnum hjá tykkum alt tað besta og fleiri stig í dystunum, sum eru eftir í hesi undankappingini, segði Egidius Braun, sum harvið var samdur við øllum teimum, ið halda, at ein landsdystur er ein heildar uppliving. Hon byrjar, tá ið spælararnir ganga inn á vøllin, og løtan, tá ið tjóðsangirnir ljóma og spælararnir standa rættir sum umboð fyri føðilandið, er framúr.
Hetta tykist føroyska sjónvarpið ikki at halda. Føroyingarnir heima á landi sóu ikki, tá ið Eyðvør Pállsdóttir í føroyskum búna og við síni vøkru rødd sang føroyska tjóðsangin í Reykjavík. Hóast tað er ilt at skilja, at tað so ofta skal koma fyri, so mugu vit góðtaka, tá ið teknisk brek bera svartan skíggja við sær. Men tað er at undrast á, at frásøgumaðurin bara staðfestir, tá ið hann endiliga sleppur framat, at einki er hent, burtursæð frá at íslendingar hava havt ein møguleika, og so at tjóðsangirnir eru spældir og sungnir. Um SvF eigur ta løtuna í kassanum, so áttu teir at unt føroyingum hana í ítróttarsendingini. Í hvussu so er tykist tað sum um, at Egedius Braun hevði verið samdur við øllum teimum, sum ikki enn hava sæð og hoyrt Eyðvør, og sum tolin bíða!