Egið uppskot í vár

Mentanarnevndin hjá løgtinginum er nú farin undir at viðgera uppskotið hjá Gunnvør Balle og Rigmor Dam um at broyta fíggjarliga grundarlagið undir Kringvarpinum.

Mentanarnevndin hjá løgtinginum er nú farin undir at viðgera uppskotið hjá Gunnvør Balle og Rigmor Dam um at broyta fíggjarliga grundarlagið undir Kringvarpinum.

 

Uppskotið hjá løgtingskvinnunum úr Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum snýr seg í stuttum um, at Kringvarpið ikki skal fáa inntøkur frá lýsingum og sponsoratum. Í staðin skal meirvirðisgjaldið á kringvarpsgjaldið, sum í dag fer í landskassan, ístaðin fara til Kringvarpið sjálvt.

 

Sambært uppskotinum hevði tað givið Kringvarpinum tilsamans 57,5 milliónir krónur at arbeiða við. Eisini mæla løgtingskvinnurnar til, at Kringvarpið framhaldandi skal kunna fáa inntøkur frá spølum og kunngerðum.

 

Hoyrið samrøðuna við Bjørn Kalsø við at trýsta á pílin undir myndini