Avstralski forsætisráðharrin, John Howard, mátti í gjár ásanna, at minni enn so allir landsmenn hansara taka undir við, at stjórnin hevur valt at stuðla USA í Irak-málinum.
Tá John Howard var á veg út í bilin uttan fyri eitt mentanarhús í býnum Adelaide, stóðu umleið 70 fólk uttanfyri og mótmæltu Irak-politikkinum hjá stjórnini. Fleiri teirra tveittu egg og tomatir eftir forsætisráðharranum, sum tó ikki varð raktur.
Stutt frammanundan hevði John Howard hildið røðu, har hann royndi at sannføra avstralska fólkið um, at tað er neyðugt at forða fyri, at yvirgangsmenn ikki fáa fatur á teimum iraksku hópoyðingarvápnunum. Forsætisráðharrin segði, at tað hevði verið ein vanlukka og ein álvarssom hóttan ímóti Avstralia og avstralska fólkinum, fáa yvirgangsmenn slík vápn.