Eggjabakkar skulu ikki brúkast til páskapynt

Eggjabakkar kunnu verða dálkaðir við sjúkuelvandi bakterium, og tí skuldu teir beinast burtur - og ikki brúkast til páskapynt. Tað sigur Heilsufrøðiliga Starvsstova Heilsufrøðiliga starvsstovan sigur, at hon fær av og á spurningin, hvørt tað er í lagi at nýta brúktar eggjabakkar sum tilfar í ítrivi eitt nú í dagstovnum.

Men Heilsufrøðiliga Starvsstovan er einki fyri hesum.

- Eggjabakkar, ið eru brúktir, eru ikki reinir. Egg kunnu hava ymsar sjúkuelvandi bakteriur so sum salmomella við sær, og kunnu hesar bakteriur sita uttaná skalinum, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan í sínari tilráðing.

- Tí mugu eggjabakkar metast at vera skitnir, og ikki at vera hóskandi til leikur og enn minni til at dyrka kryddurtir,ið verða etnar, í. Brúktir eggjabakkar skulu beinast burtur á hóskandi hátt, og ikki nýtast aftur, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.