Eg ynski framvegis at umboða Føroyar

ÍtróttarSosialurin: Hóast hann ikki hevur fingið serliga góða hjálp úr Føroyum

ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar í dag saman við Sosialinum, ber til at lesa samrøðu við Michal Przybybylski. Hóast hann ikki hevur fingið serliga góða hjálp úr Føroyum, so hevur Michal Przybybylski eitt ynski um at umboða landið, har hann hevur búð síðani hann var tvey ára gamal. Michal Przybybylski hevur gjørt sáttmála við pólska stórfelagið, Widzew Lodz. – Teir høvdu vunnið FM, sigur Michal Przybybylski.

 

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

 

Les eisini samrøðu við Jóhan á Plógv Hansen, sum upprunaliga ætlaði at verða málverji og hevði fótbóltsspælaran Ronaldinho sum fyrimynd. “Tú rann skjótt og hoppaði høgt, men hondbólt dugdi tú ikki at spæla”, var metingini, tá hann kom til Skanderborg. Í dag spælir hann í eltuni í donskum hondbólti.

 

Les eisini um Jóan Símun Edmundsson og Gilla Rólantsson, sum eru óynsktir í feløgunum hjá teimum, eftir at hava takkað nei til sáttmálauppskot frá OB og Brann.

 

Les eisini um fyrru steypakappingina í estetiskum fimleiki, sum var um vikuskiftið, har Jóhanna Joensen svarar fimm spurningum.

 

Les eisini um EM-sigurin hjá Spania, klummuna um nýggju stórhøllina á Hálsi og Tórsvøll. Les eisini stuttsøgd ítróttartíðindi, har føroyskur ítróttar aftur hevur vunnið heiðursmerki í altjóða kappingum.