Eg visti einki um nakra plantasju

Tað segði ein 38 ára gamal maður, sum í Føroya Rætti mikudagin stóð ákærdur fyri at hava plantað níggju hassjplantur í íbúð síni

Ákæran ljóðaði upp á av hava í eitt tíðarskeið fram til 26. februar 2013 at hava plantað ikki færri enn níggju hassjplantur.
Men hesum noktaði maðurin púrasta fyri.
- Eg hvørki átti ella hevði plantað hasar hassjplanturnar, staðfesti maðurin avgjørdur.
Hann greiddi frá, at hann hevði leigað aðru helvtina av einum tvíhúsum, og at tann, ið búði í hinari helvtini hevði lykil til hansara íbúð, tí hann nýtti brúsuna og frystiboksina inni hjá sær.
Hann var farin til skips um hálvan februar, og visti tí einki um tað, ið hevði gingið fyri seg, meðan hann var burturi.
Hann hevði veriið burtur í seks vikur, og var tí heldur ikki heima, tá narkopolitiið gjørdi húsarannsókn heima hjá honum.
Hassjplanturnar vórðu funnar uppi á loftinum í einari kommodu, men ákærdi maðrin segði seg hvørki kenna kommodu ella plantur aftur.
Hann noktaði sostatt allan kennskap til bæði planturnar og kommoduna, og visti einki um, hvar hesi vóru komin frá.
Eisini aðrar lutir, sum politiið hevði funnið í íbúðini, segði maðurin seg einki kenna til.
Hann segði seg flyta úr íbúðini stutt eftir hesa hendingina.