Jú, Bjørt er ordiliga fitt.
Í flokkinum hjá Bjørt gongur ein genta sum eitur Sunnrið. Og tær hava gingið í flokki saman líka síðani 1. flokk.
Tá tær gingu í 1. flokki gjørdist møguligt hjá øllum næmingunum í flokkinum at fáa undirvísing í teknmáli. Í 2. flokki kundu tey sum tímdu og vildu, fáa eykaundirvísing í hesum nýggja málinum.
Og Sunnrið hon var ein teirra, sum fór til hesar eykatímarnar.
Eg vildi øgiliga gjarna, og eg tímdi ordiliga væl at læra hetta, tí vit vóru vinkonur.
Eg vildi læra meg tað, so eg kundi tosa við Bjørt, sigur hon.
Sunnrið heldur, at tað var eitt sindur trupult í byrjanini at læra hetta nýggja málið, men tað gjørdist lættari seinni.
Tær eru framvegis vinkonur, og nýta nógva tíð saman. Tær spæla kort og teldur, og brúka nógva tíð á Barnabókasavninum.
Vit eru ikki altíð einigar um alt. Onkutíð vil eg eitt og hon nakað annað. Men vit eru kortini bestu venindur, sigur Sunnrið.