– Eg vil vera síðsti føroyingur sum verður koppsettur

– Eg haldi ikki, tað er rætt, at leiðslupersónar, sum ikki eru í samband við sjúklingin fáa vaksinu, sigur landsstýrismaðurin

– Eg ætli mær at vera síðsti føroyingur, sum verður koppsettur.

Soleiðis sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. 

Hann sipar til kjakið, sum er í løtuni um avlopsskamtar og raðfylgjuna av koppsetingini. Í gjár var eitt innslag í Degi & Viku, sum vísti, at starvsfólk á Landssjúkrahúsinum eru koppsett við avlopsskamtum - millum annað stjórin sjálvur. Eisini stjórin í Almannaverkinum Edvard Heen er koppsettur, hóast hann á pappírinum ikki hoyrir til tann bólkin, sum eigur at koppsetast fyrst. 

– Eg haldi ikki, tað er rætt, at leiðslupersónar, sum ikki eru í samband við sjúklingin fáa vaksinu. Vit læra so hvørt vit asfaltera, skrivar landsstýrismaðurin í síni facebook-dagføring í kvøld.

Víðari vísir hann á tíðindaskrivið frá Heilsumálaráðnum í dag, har hann eisini segði, at hann hevur fult álit á mannagongdunum viðvíkjandi koppseting og avlopsskamtum.

– Av teimum umleið 4.000 fólkunum, sum higartil eru koppsett, eru tað færri enn 100, sum eru koppsett upp á henda mátan við avlopsskamtum. Umleið 80 av hesum eru starvsfólk, sum eru í serligum vandabólki við tað, at tey hava beinleiðis samband við sjúklingar og tískil kortini skuldu verið koppsett samsvarandi koppsetingarkunngerðini.

– Hini 20 hava ikki beinleiðis sjúklingasamband í gerandisdegnum, men fleiri teirra eru kortini í koppsetingartoyminum og eru tískil eisini í ávísan mun í smittuvanda.