Eg vil ikki avvikla tað eg havi útviklað

Hann hevði mistanka um, at ætlanir vóru um at raðfesta pengar hjá Psykiatriska Deplinum til onnur heilsufaklig endamál.

Hann hevði mistanka um, at ætlanir vóru um at raðfesta pengar hjá Psykiatriska Deplinum til onnur heilsufaklig endamál.

 

– Eg fekk staðfest í gjár, at meiningin er at brúka pengarnar, sum eru spardir á Psykiatriska Deplnum í sambandi við, at fólk eru flutt av deildini, til onnur heilsufaklig endamál. Tað vil eg ikki vera við til, og tí havi eg gjørt at av siga neitakk til starvið sum leiðandi yvirlækni.

 

Tað segði Tórmóður Stróra við útvarpið í kvøld.

 

Hann sipar til umleggingarnar, sum eru gjørdar á deplinum við at nøkur seingjarpláss eru niðurløgd. Talan hevur verið um eina drúgva tilgongd, har arbeitt hevur verið við at fara yvir til ambulanta psykiatriska viðgerð. Tað var hetta, sum Tórmóður Stórá vildi hava avklárað. Hann fekk staðfest, at ætlanin er at brúka pengarnar til onnur heilsufaklig endamál, so sum mamografiskanning og til trykktangan til at viðgera kavarasjúku.

 

Tað var seinnapartin í dag, at tíðindini bórust um, at Tórmóður Stórá kortini ikki fór at taka við starvinum sum leiðandi yvirlækni á Psykiatriska Deplinum.

 

Les eisini: Tórmóður Stórá vil ikki vera leiðandi yvirlækni

 

Tórmóður Stórá sigur, at psykiatriska økið er afturúrsiglt og ikki verður uppraðfest, nú politikararnir hava ætlanir um at brúka pengarnar hjá Psykiatriska Deplinum øðrvísi.

 

Hóast hann hevur gjørt av ikki at taka við starvinum, so verður enn ein fundur millum hann og sjúkrahúsleiðsuna í morgin. Hann væntar tó ikki, at sjúkrahúsleiðslan kann gera tað stóra, tí tað er ein politiskur spurningur, hvussu pengarnir verða brúktir. Og politikararnir hava valt at niðurraðfesta psykiatrinum, og tað vil hann ikki vera við til.