- Eg vil hava tykkum at skriva søgurnar

Stórur spenningur var knýttur til tíðindafundin hjá svenska landsliðnum í morgun, eftir at leysasøgur vildu vera við, at Zlatan Ibrahimovic fór at kunngerða hvat lið hann fór at spæla við í framtíðini. Mett varð, at okkurt heilt serligt á vási, tí boðað varð til ein óvæntaðan tíðindafund.


Altjóða fjølmiðlar vístu tí fundinum ans, men stutt áðrenn hann byrjaði, bóru svensku miðlar tíðindini, at talan einans var um ein vanligan tíðindafund hjá svenska landsliðnum, ið var tilrættarlagdur frammanundan.


Høvuðsmaðurin sjálvur, Zlatan Ibrahimovic, var heldur ikki serliga sinnaður at avdúka nakað.


- Eg vil hava tykkum at skriva søgurnar, so at eg verði spentur, um hvør skrivar bestu søguna. Tá eg troyttast av tí, so skal eg lata tykkum vita, hvar eg fari, segði Zlatan.


Hann avvísti tó, at hann umhugsar at spæla í Allsvenska, bestu svensku deildini.


- Eg eri framhaldandi ikki áhugaður í tí. Eg eri ov góður til Allsvenska, segði leikarin.


Spurdur um framtíðina á svenska landsliðnum, vildi hann heldur ikki siga, um hann gevst eftir EM.


- Tað er ikki nakað, ið eg havi hugsað, lagt orku í ella tosa við nakran um. Eg eri her fyri at spæla EM, so eg havi ikki hugsað um hatta. Hvussu leingi eg verði her, veit eg ikki, segði Zlatan Ibrahimovic.