Eg vil gera alt fyri børn

Hann er eitt og alt hjá flestu børnunum í Føroyum. Tey vita bara ikki av, at tað er hann. Emil Gunnarstein alias Trøllaomman úr Klaksvík hevur fýra tey seinastu árini saman við Trølla Pæturi runnið landið upp og niður sum tann garvilla omman, sum elskar rokk

Klaksvík: Emil Gunnarstein er kanska ikki líka kendur kring Føroyaland, sum Trøllaomman er. Men tá tey bæði eru eini og sami persónurin, so er hann tað kanska kortini. Emil elskar at spæla Trøllaomman, og smílini og gleðin í børnunum, tá tey síggja ommuna, er løn í sjálvum sær, sigur hann.
Fyrstu ferð Trøllaomman sá dagsins ljós var í 2001. Síðani tá hevur tað bara gingið skjótt framá, og í dag er hon minst líka vældámd, sum Trølla Pætur. Tá hugskotið um Trøllaommuna av fyrstan tíð kom fram, vóru tað mong, sum skýrdu tað ørt og hildu ikki, at tað fór at ganga. Men Emil og Niclas Heri, alias Trølla Pætur, hildu við sítt. Úrslitið sæst framvegis, tí enn ringir telefonin fleiri ferðir um vikuna, har omman og Trølla Pætur verða biðin um at koma at undirhalda til øll møgulig tiltøk.
? Eg elski at síggja gleðisstrálurnar, sum lýsa av børnunum, tá vit eru og vitja tey, og eg vil gera alt fyri tey, sigur rokkaraomman, sum til dagligt er elektrikarin Emil Gunnarstein, ið arbeiðir sum maskinmaður á virkinum, Pure Water, í Klaksvík.
Beiggi ? systir - omma
Trølla Pætur hevði verið frammi í eina tíð, áðrenn Trøllaomman sá dagsins ljós. Niclas Heri og Emil eru bestu vinmenn og hava verið tað longi. Tað var sera orkukrevjandi fyri Niclas Hera at vera einsamallur um sín leiklut, so hann plagdi at "plága" Emil um at hjálpa sær.
Stórflennandi greiðir Emil frá, at Niclas legði út við at spyrja, um hann ikki kundi vera systkinabarnið hjá Trølla Pæturi. Nakrar dagar seinni var tað beiggi Trølla Pætur, síðani systir hansara. Men nei, Emil noktaði hvørjaferð, tí honum dámdi ikki hugskotini.
Tankin um ommu Trølla Pætur var tá byrjaðu at spíra í høvdinum á Emil, men hann hevði als ikki hugsað hann ígjøgnum. Ein dagin, tá hann skuldi fara á flot, kom Niclas Heri koyrandi við sínum bili fram við bátabrúgvun-um.
? Hann rópti út gjøgnum bilrútin, at nú visti hann, hvør eg skuldi vera. Tvíburðabeiggin hjá Trølla Pæturi, og tá var tað, at eg rópti aftur, nei, eg skal vera omma hansara, greiðir fryntiligi klaksvíkingurin frá.
Niclas Heri gjørdi skjótt av. Báturin hjá pápa hansara lá eisini við bátabrúgvarnar, so hann leyp í hann og helt aftan á Emil. Hann fekk fatur á honum umvegis VHF´in og tað fyrsta hann spurdi Emil, var, um hann meinti hatta við ommuni. Tað gjørdi Emil, og so fór bólturin á rull.
Ræddarvenjing
Emil greiðir frá, at túrurin á floti tann dagin fór við at mynda hesa góðu Trøllaommuna. Túrurin var ikki langur, men tá Emil kom aftur til lands, hevði hann so at siga skapt eina mynd av, hvussu Trøllaomman skuldi síggja út.
Klæðini hjá ommuni fekk Emil frá sínari egnu ommu. So tann blomstruti kjólin, sum mátti leggjast út, frakkin og teir fyrstu skógvarnir, sum Trølla omman gekk í, eru klæðir, sum Emil hevur lænt frá ommu síni.
Síðani var tað skorturin. Hann bleiv gjørdur í Havn, og tey flestu munnu vera á einum máli um, at skorturin á Trølla ommuni ikki er tann vakrasti her á landi. Men fitt er hon kortini. Og Emil leggur dent á, at hann eisini er slitsterkur. Hevur hildið øll árini. Tað einasta, sum er skift út við ommuni, eru skógvarnir, og tað er kanska ikki so løgið, tá hugsað verður um hennara gongulag.
Tá omman hevði fingið sín búna, skuldi røddin finnast. Tað var, sambært Emil, ikki bara sum at siga tað. Hann royndi bæði eitt og annað, og tað var longi, áðrenn hann fann ta røddina, sum vit kenna so væl í dag.
? Í fyrstuni orkaði eg yvirhøvur ikki?ella rættari inntil eg hevði funnið júst hasa røddina orkaði eg illa at tosa. Tað er rættiliga strævið at skula broyta tína rødd allatíðina, men í dag er tað als ongin trupulleiki, greiðir Emil frá.
Musikalsk omma
Tey, sum hava verið til framførslurnar hjá Trølla Pæturi og ommuni vita, at Trølla Pætur er tann, ið dámar betur stillan tónleik. Tað skal ikki vera so vilt. Men omman er beint øvugt.
Emil greiðir frá, at Trøllaomman er sera musikalsk. Hon dugir at spæla upp á fleiri ljóðføri, meðan Trølla Pætur meira er til trianglu og lítlar floytur, sum ikki krevja so nógv av honum.
? Eg veit ikki rættliga hví, men tað man nokk vera tí, at eg eri eitt sindur villur sjálvur, og Niclas meira niðri á jørðini, svarar Emil, tá hann verður spurdur um, hví leiklutirnir vórðu býttir júst soleiðis millum Niclas Hera og hann.
Hann minnist aftur á, at fyrstu ferð omman stóð á palli, var í høllini á Hálsi í Havn. Tá var Trøllaomman nakað lítillátin, men tað rann skjótt av henni. Hon mentist skjótt og bleiv til ta villu ommuna, sum vit kenna hana í dag.
Errin børn
Emil og konan, Elsa, eiga tvey børn. Níggju ára gamla Sissal og seks ára gamli Daniel. Tey bæði vita væl, at tað er pápi teirra, sum rennur runt sum Trøllaomman bæði her og der. Emil sigur, at hann tímdi ikki at fáast við at krógva tað fyri sínum egnu børnum, tí tað hevði blivið ov trupult.
? Sonurin plagar at eygleiða meg, meðan eg lati meg í búnan, og so gongur hann og hermar eftir ommuni og hoppar upp um gáttirnar, sum hon plagar at gera. Gongulagið dugir hann eisini. Hann er púra býttur í henni, sjálvt um hann sær meg lata meg í. Tað ger ikki mun, og eg haldi, at dóttirin er eitt sindur errin av, at pápin er Trøllaomman, sigur Emil og leggur so skemtandi afturat, at tað er ikki gott at vita, um hon framvegis verður tað, tá hon verður 14 ár.
At ferðast kring alt landið sum Trøllaomman og Trølla Pætur krevur nógv av Emil og Niclas Hera. Onkuntíð gerst tað ov nógv, og teir noyðast at siga nei, tí teir hava báðir familju og arbeiði við síðuna av.
? Eg skal ikki siga, at telefonin ringir hvønn dag, men minst triðjahvønn, sigur hann smílandi. Tað er hann glaður fyri og sigur, at hann og Niclas Heri ikki høvdu droymt um, at tað fór at blíva so stórt fyri børnini, tá teir byrjaðu.
Gott hugflog
Samanspælið millum tey bæði trøllini er sera gott. Ein fyritreyt fyri tí, heldur Emil er, at hann og Niclas Heri sampakka so væl.
Teir komu at kennast í fólkaskúlanum sum 14 ára gamlir. Teir gingu í flokki saman, men tað var ikki fyrr enn tá, at teir varnaðust, at teir funnu væl út av tí saman.
? Upp á mangar mátar er hugflogið hjá Niclas og mær líkt. Vit hava gjørt mangt og hvat ørt saman. Vit hava eisini tað tilfelags, at tá ein tanki spírir í høvdinum á okkum, so skal hann eisini førast út í lívið. Onki við at ganga og hugsa og hugsa, og so verður tað kortini ikki til nakað, sigur hann avgjørdur.
Hetta gjørdi so eisini tað, at Trølla ungin sá dagsins ljós, at filmarnir komu, at Jógvan Politimeistari og Erling politistur komu við. Og tað steðgar heldur ikki har. Emil greiðir frá, at teir hava nógvar fantasiir um, hvat kann gerast víðari, men okkurt av tí er sjálvandi sera krevjandi, um teir skulu føra tað út í lívið.
? Tað má vera realistiskt, sjálvandi. Eg trúgvi, at sum støðan er í dag, so er Trølla omman komin fyri at verða. Tað leggjast nýggj børn til allatíðina, og øll elska hana ? næstan øll, sigur Emil og sipar til tey børnini, sum hava hug at ræðast øgiligu trøllini.
Hann sigur, at tey, sum ræðast, ræðast øgiliga illa og gráta nógv. Tað løgna er kanska, at tað eru mest dreingir, sum ræðast Trølla Pætur og ommuna.
Vaksin eisini
Tað er ongin loyna, at vaksin eisini hava hug at flenna nógv at teimum báðum kendu trøllunum. Emil sigur, at tá hann kemur til tiltøk, so plagar hann at geva sær far um, hvør er tilstaðar. Um tað eru bara børn ella eisini nógv vaksin. Á henda hátt kann hann geva øllum eitt sindur.
Á einari av sínum vitjanum, býtti hann Twix út til børnini. Meðan hann býtti út, rópti hann, at omma hevði sjálv bakað. Hetta er bert nakað spontant, sum kemur frá honum, og als ikki nakað, sum hann tilvitað hevur hugsað um, áðrenn hann kemur á vitjan.
Trølla Pætur og omman vórðu eisini umbiðin til fleiri jólafrokostar í fjør. Teir vóru til jólafrokostin hjá Shell, og har høvdu teir gjørt eina videoupp-tøku, har omman rokast við at skifta eitt oljufýr. Hetta gongur sjálvandi galið, og alt brestir.
? Vit royna at gera skemt og undirhald, sum passar til tey, ið eru tilstaðar, greiðir Emil frá og heldur fram, at longu nú eru Trølla Pætur og omman umbiðin til jólafrokostar í ár.
Seinasta omman
Hetta er annars ikki fyrstu ferð, at Emil Gunnarstein spælir omma. Tá Gjáaromman hjá bólkinum Dynamitt, sum bæði Emil og Niclas Heri vóru við í, kom fram, fekk Emil eisini leiklutin sum omman í sjónbandalagnum.
Mong munnu minnast Niclas og ommuna, sum fóru umborð á Norrønu, tí tey skuldu til Gardarsjógvin ? og ikki komu langa leið, tí omman bleiv ov full og datt av í barrini.
Tá vóru tað tveir nakað yngri menn, sum fingust við tónleik, ið myndaðu leiklutirnar.
Emil greiðir frá, at Niclas Heri skrivaði sangin um Gjáarommuna, meðan teir gingu í fólkaskúlanum. Tá Dynamitt so skuldi geva teirra fyrsta band út, manglaðu teir ein sang. Teir gjørdu so av at koyra Gjáarommuna sum triðja ella fjórða sang á B síðuni, tí honum væntaðu teir sær als onki av. Men Gjáaromman bleiv ein av størstu landaplágunum í áttatiárunum. Tað bandið kom út í 1986.
Emil sigur, at nú er nóg mikið. Hann væntar, at Trøllaomman hevur langa tíð fyri framman, tí tað tykist bara sum at hon gerst betri og betri umtókt.
? Men hetta er tann seinasta. Eg hevði ikki orkað ella tímað at byrja aftur av nýggjum, um vit steðgaðu við hesum . Tað er heilt vist, sigur Emil Gunnarstein, meðan hann roynir at fáa hárið á Trøllaommuni at síggja so frísut út sum gjørligt til æru fyri myndamannin.