Annar av vertunum í vælumtóktu sjónvarpssendingini, Okkara kokkar, Guðmundur Guðmundsson, hevur í alt búð átta ár í Føroyum. Kortini hevur hann torført við at sleppa Íslandi heilt, og tað verður tí Ísland, hann fer at stuðla í dag.
? Hóast eg helst fari at búgva í Føroyum restina av mínum lívi, so er mítt fótbóltshjarta við Íslandi leygardagin.Eg havi keypt atgongumerki saman við føroyingum, og fari tí at sita millum føroysku áskoðararnar við Laugardalsvøllin, og heldur løgi heppa á Ísland, sigur Gudmundur Gudmundsson
Guðmundur fylgir væl við fótbóltinum bæði í Føroyum og Íslandi, og hann er sera spentur undan dystinum. - Ísland hevur leikt illa seinasta árið, men nú er venjarin skiftur út, og eg vóni tí, at úrslitini fara at gerast betri, tí íslendska liðið er gott, greiðir kokkurin frá.
Guðmundur hevur sjálvur spælt fótbólt bæði í Íslandi og Føroyum. Í sínum ungdómsárum var somikið stinnur, at hann var annar av málmonnunum á íslendska U-16 landsliðnum. Fótbólturin mátti víkja fyri kokkaútbúgvingini, men áhugin fyri ítróttinum er ikki minkaður við árunum. Tá vit at enda spurdu Guðmund um úrslitið av dystinum, svarar hann, at dysturin endar 3-1 til Ísland, og at føroyski málskjúttin verður Jákup á Borg.
Myndtxt: Gudmunf
Okkara kokkur, Guðmundur Guðmundsson, verður í Reykjavík til dystin í dag. Hann fer at sita saman við føroyingum, men fer kortini at heppa á Ísland, sum hann væntar vinnur 3-1.
Mynd: Savnsmynd