-Tú kanst ikki siga, um tær dámar betri sjokolátu ella jarðber, um tú ikki hevur roynt bæði. Orðini eigur Lív, sum í mong ár hevur ivast í, um hon er til gentur ella dreingir.
Men, tá hon fyri trimum árum síðani royndi seg við einari kvinnu, gjørdist tað henni alt meira greitt, at hon helst var lesbisk.
- Eg havi altíð havt eitt gott eyga til konufólk og eisini verið eitt sindur forelskað onkuntíð, sigur Lív.
Aftan á fyrstu upplivingina royndi Lív seg eina seinastu ferð við einum mannfólki. Men hóast tey svingaðu saman sum vinfólk, riggaði tað sexuella ikki.
Aftan á fór hon av álvara at flirta við konufólki, og tað vísti seg, at nógvar vóru áhugaðar.
- Fyrsta forholdið við einari gentu, gav mær størri innlit í lívstílin sum lesbisk. Hetta var ein avgerandi tíð í mínum lívi, har eg sá, hvat eg altíð hevði manglað.
Føroyskar gentur eru opnar
Lív greiðir frá, at nógvar gentur og kvinnur í Føroyum eru áhugaðar í at royna seg seksuelt við einari gentu. Eisini hóast tær ikki vita, um tær eru lesbiskar.
- Tá man hevur roynt tað, veit man beinanvegin, hvat man er til. Men samstundis eru heilt nógvar biseksueller gentur í Føroyum, sigur Lív, sum hevur ein profil á Faroedating, har hon sigur seg vera til konufólk. Og fleiri hava longu víst áhuga.
-Eg møttist við einari, men eg var ikki áhugað. Hon hevði sjeik og vildi bara royna eitt konufólk. Tá føldi eg meg eitt sindur misnýtta, at hon bara vildi ”royna” meg.
Einar seks aðrar gentur hava skrivað til Lív gjøgnum Faroedating. Tær hava verið í tjúgunum og tretivuárunum. Eina gentan hevði sjeik og barn og hevði nústani funnið útav, at hon var lesbisk.
Vilja ikki vísa seg naknar
Sum heild hava vinkonurnar tikið væl ímóti Lív, eftir at hon fortaldi teimum, at hon var lesbisk. Men summar verða eitt sindur illa við, tá tær frætta, at Lív er lesbisk.
- Onkrar hava havt illgruna um tað leingi. Men besta vinkonan varð rættiliga illa við, sigur Lív, og greiðir frá, at hon var sera feminin í tannárunum, har hon pyntaði seg og fjasaðist við dreingjum. So hon skilir væl, at vinkonan varð illa við.
- Eg havi eisini upplivað, at gentur blíva eitt sindur bangnar, og at tær ikki vilja, at eg skal síggja tær naknar, tí eg eri lesbisk. Men eins og at allar heteroseksuellar kvinnur ikki eru til øll mannfólk, eri eg heldur ikki til øll konufólk.
Hinvegin halda vinmenninir hjá Lív tað vera stuttligt, at teir kunnu sita saman við Lív og tosa um konufólk.
- Teir halda tað vera skeg at spyrja meg til dømis: “Hvat heldur tú um hasa damuna? Hevur hon góða reyv? ..og so framvegis.
Eingin maður í parlagnum
Í dag er Lív saman við einari føroyskari gentu, ið hevur verið úr skápinum í fleiri ár.
- Tað hjálpir væl, at eg eri saman við einari gentu, sum er meira roynd á økinum. Hon hjálpti mær eisini at finna meg sjálva sexuelt. Nú kunnu vit saktans ganga úti, halda í hond og mussast, sigur Lív, og vísir á, at tær báðar tvær eru kvinnur í parlagnum. Sostatt hevur hvørgin teirra leiklutin sum “maður”.
- Tað er ikki soleiðis, at onnur bara ruddar og ger mat, meðan hin bara ger handy-arbeiði. Einki vesikummulok stendur opið, og vit kunnu brúka sama klædnaskáp. Mær dámar væl at gera hár og so framvegis, meðan henni dámar væl skógvar. So har er simpulthen einki mannfólk, flennir Lív.
Vil gjarna giftast
Hóast tað framvegis ikki er loyvt samkyndum at giftast í Føroyum, vil Lív gjarna giftast ein dag.
-Um eg finni tí einastu einu, vil eg sjálvandi gjarna giftast. At vit ikki sleppa tað, er sum at siga, at okkara forhold bara verður góðtikið til eitt vist, og so sleppa vit ikki longur, sigur Lív, sum eisini heldur, at hugurin at fáa børn er júst tann sami, óansæð um ein er til kvinnur ella menn. Sjálv vil hon gjarna hava børn saman við einari aðrari kvinnu.
- Eg havi hug at fáa børn. Eisini sjálvt um tað sjálvandi er keðiligt, at eg og daman ikki hava sama rætt til barnið, tí bara onnur verður skrásett sum mamma á pappírinum. Men vit eiga barnið líka nógv, sigur Lív, sum ikki dugir at ímynda sær, at hon nakrantíð fer at verða eydnurík saman við einum manni.
Femininar kvinnur eru lesbiskar
Lív heldur ikki, at tað ber til at eyðmerkja eina lesbiska kvinnu út frá útsjóndini. Men hon viðgongur, at tað eru nógvir fordómar um, at tær hava hár undir ørmunum, eru feitar og hava karsiklipt hár.
-Tann mest feminina kvinnan kann væl vera lesbisk, sigur hon.
Spurd, hvørji ráð hon vil geva gentum, sum hava illgruna um, at tær eru lesbiskar, sigur hon stutt og greitt, at tær skulu ikki ræðast tað.
- Tí kærleikin er treytaleysur. Hann hevur hvørki kyn, aldur ella húðalit, staðfestir hon.
--
Lív heldur, at øll menniskju eru bæði homoseksuel og heteroseksuel. Summi eru meira heteroseksulle enn homoseksuell, og so er umvent hjá øðrum.
Lív er eitt dulnevni, men redaktiónin kennir kvinnuna.