Jógvan við Keldu var ikki mjúkur at strúka, tá Sosialurin ringdi til hansara í gjár. Hann vildi sjálvur sleppa at avgera, hvat blaðmaðurin skuldi skriva, og hvat hann ikki skuldi skriva. Spurninginum um, hvussu nógv hann fær í løn sum borgarstjóri svaraði hann við hesum orðum:
? Eg veit ikki, tað kanst tú royna at finna út av sjálvur!
Sosialurin ringdi síðani til løgdeildina í Tinganesi og fekk har hendur á Søren Pram Sørensen, fulltrúa. Hann vísti til lógina um alment innlit, sum aftur vísir til kommunalu fyrisetingarreglugerðina, sum er almenn og vísir til lønirnar hjá býráðsformonnum.
? Tit hava rætt at fáa at vita lønina hjá býráðsformanni, segði fulltrúin.
Í Klaksvík vildi býráðsskrivarin, John Færø, onki siga um lønina hjá Jógvani við Keldu, fyrr enn hann hevði tosað við býráðasformannin sjálvan.
»Eg eri eitt aktiv«
Jógvan við Keldu skýrdi annars skuldsetingarnar frá Torleifi Sigurðssyni andstøðuálop.
? Torleif ger nøkur sprell viðhvørt, sigur Jógvan við Keldu.
Sambært býráðsformanninum og løgtingsmanninum ber tað væl til at røkja bæði størvini hjá sær, hóast summi gera vart við, at hann ikki er tøkur í nóg stóran mun.
? Hetta ber somikið væl til, at eg haldi meg vera eitt veldugt aktiv fyri Norðuroyggjar, sigur hann.









