Eg veit ikki hví tey hava so ilt av hesum

Vit hava einki dømi um, at tey privatu kunnu gera tað bíligari og betri enn tað almenna, sigur Henrik Old

– Eg veit ikki, hví Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur so ilt av, at nakrar heilt fáar milliónir verða brúktar um árið upp á at gera tunnil til nakrar av teimum smærru bygdunum kring landið.

Tað sigur Henrik Old, fyrrverandi landsstýrismaður í samferðslumálum, við Sosialin í dag.

Tað, hann sipar til, er, at nú Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur havt aðalfund, hava tey enn einaferð nýtt høvið til at finnast hvassliga at tí, at Landsverk nú hevur fingið eitt sjakk, sum fer at bora tunlar til nakrar smábygdir.

Føroya Arbeiðsgevarfelag kallar hetta skilaleyst oyðsl við almennum pengum, tí privatir entreprenørar kunnu gera tunlar bæði bíligari og effektivari enn Landsverk.

Tað var Henrik Old, sum fekk sett tað í verk, at Landsverk aftur skuldi bora tunlar, og tað gjørdi hann tá ið hann var landsstýrismaður í samferðslumálum.

Og hann sigur, at hann skilur ikki, hví privatir entreprenørar, sum annars arbeiða fyri hundraðtals milliónir fyri tað almenna, hava so ilt av, at nakrar heilt fáar milliónir verða brúktar upp á at gera tunlar til nakrar smábygdir.

Hann sigur við Sosialin, at tað er einki dømi um, at privatir entreprenørar kunnu gera tunlar bíligari enn Landsverk. Tvørtur ímóti hevur Landsverk mett, at tunlar, sum privatir gera, kosta 50% til 100% meiri enn teir, Landsverk ger.

Les nógv meiri um hetta í Sosialinum, sum er at fáa í dag. Hann kann eisini keypast her: http://sosialurin.e-pages.dk/index.php