- Hetta er ein heitur stólur at sita í. Men eg kann ikki brúka sum umbering, at eg ikki visti hvat eg bjóðaði meg fram til. Eg veit hvat hetta starvið inniber, og eg hugsaði meg eisini væl um, áðrenn eg søkti starvið.
Tað sigur 51 ára gamli Jóanis Erik Køtlum, ið 1. januar tekur við starvinum sum forstjóri fyri føroyska sjúkrahúsverkið, ið eisini umfatar at vera stjóri fyri Landssjúkrahúsið.
Hóast sjálvt starvið sum forstjóri er eitt nýtt starv, so eru tað fá fólk, ið kenna tann fyrisitingarliga partin av føroyska heilsuverkinum eins væl sum Jóanis Erik Køtlum. Komandi forstjórin hevur nevniliga í tveimum førum verið stjóri í Landssjúkrahúsinum, umframt at hann hevur verið aðalstjóri í Heilsumálaráðnum. Harumframt hevur hann aðrar royndir innan føroysku heilsuverkið, umframt at hann hevur í fýra ár verið heilsustjóri í Grønlandi.
Til ber at lesa eina longri samrøðu við Jóanis Erik Køtlum í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.