- Eg var í einari truplari støðu

- Eg hevði ongantíð funnið upp á at vart slíkt sum hetta, segði íslendski forsætisráðharrin, Benedikt Sveinsson, sum nú hevur skrivað út val til Altingið.

Bjarni Benediktsson, sum er íslendskur forsætisráðharri, hevur útskrivað val sum merkir, at íslendingar skulu aftur á altingsval bert ellivu mánaðar eftir seinasta val.

 

Flokkurin – Bjørt Framtíð – hevur tikið seg úr stjórnarsamstarvinum, tí faðir forsætisráðharran, Benedikt Sveinsson, hevur skrivað undir eina áheitan til myndugleikarnar um, at ein maður, sum er dømdur fyri misbrúk av børnum, fær uppreisn.

 

Tað kom fram í gjár, at forsætisráðharrin síðan í juli hevur vitað um hetta mál, tá løgmálaráðharrin, Sigríður Andersen, kunnaði hann um tað.

 

- Eg var í einari truplari støðu, tí eg hevði kunnleika um eitt mál, sum ikki var frammi um hetta mundið. Eg gjørdi av at viðgera málið í trúnaði, segði forsætisráðharrin á tíðindafundi, har hann tók frástøðu frá faðiri sínum.

 

Benedikt Sveinsson legði aftrat, at málið kom sum eitt ”sjokk” fyri hann, og sjálvur hevði hann ongantíð funnið upp á at vart slíkt sum hetta.

 

Sambært ætlan forsætisráðharrans verður altingsvalið í Íslandi í november.