Seinasta hósdag fekk glastrevjabáturin Falkurin av Skála, sum í løtuni rør út av Eiði, 12.200 pund av fiski. Henda túrin settu teir 42 stampar, og góð 9.000 pund av veiðini var toskur 1, 2 og 3.
- Eg haldi, at útróðurin hevur gingið væl tað, ið farið er av hesum árinum. Tvær setur hava vit havt yvir 12.000 pund á 40-42 stampum, og annars hava vit ligið millum 9.000 og 10.000 pund á 34 stampum, tá dagarnir hava eydnast.
Sjúrður Joensen, sum eigur og rekur útróðrarbátin Falkin, sigur, at í januar høvdu teir fýra setur á Mýlingsgrunninum og fingu tilsamans 41.000 pund hesar dagar.
- Jú, eg vænti, at nógvur fiskur verður at fáa í vár, um várið fer at roynast til veður. Útlitini eru góð, og fiskurin er feitur.
Sjúrður Joensen sigur, at veiðivirðið hjá Falkinum í fjør lá um tríggjar miljónir krónur, og tá royndu teir við trumlu og nylonlínu í fimm mánaðir av árinum.
- Tað hevur riggað rímiliga væl við nylonlínuni í summarmánaðunum, og í fjør var annað árið, at vit royndu hetta. Útreiðslurnar av at royna við trumlu og nylonlínu eru lutfalsliga lítlar, sigur Sjúrður Joensen.