Tað er ikki rætt, at Vinnunevndin í Tórshavnar Býráð hevur givið loyvi til at byggja eitt pakkhús á havnarlagnum á Oyrarreingjum. Tað sigur Kári Johansen, formaður í Vinnunevndini hjá Tórshavnar Býráð.
Hann dugir heldur ikki at síggja teir trupulleikar fyri sær, sum limir í Kollafjarðarnevndini síggja fyri sær, nú eitt felag hevur søkt um loyvi til at byggja eitt pakkhús á havnarlagnum í Kollafirði. Tríggir nevndarlimir hava nevniliga tikið stig til eina adressu við tí endamáli at fáa fólk at mótmæla at pakkhúsið verður veruleiki, tí tey stúra fyri at fáa tað mesta av russiska fiskiflotanum í Norðuratlantshav, inn á Kollafjørð.
LES MEIRI HER: Stúra fyri at fáa allan tann russiska flotan inn á Kollafjørð
Kári Johansen váttar, at Tórshavnar býráð hevur fingið ein umsókn frá einum felag um at fáa loyvi til at byggja eitt pakkhús til russiskar trolarar á havnarlagnum á Oyrareingjum. Talan er um eitt felag, sum hevur hildið til á Skálafjørðinum, men tey vilja sleppa at flyta á Oyrareingir.
– Í roynd og veru hava vit fingið tvær umsóknir um tað sama, sigur hann. Í fyrra lagi hevur felagið søkt um at seta bingjur upp á havnarlagið, sum skulu vera fyribils goymsla til pakkning til russisku trolararnar. Tann umsóknin er gingin á møti og í hesum sambandi er samtykt at leiga teimum eitt øki at seta bingjur á og tað verður nokk á næstum, at tær verða settar upp.
Í øðrum lagi hava tey fingið eina umsókn frá sama felag um byggiloyvi til eitt pakkhús á økinum, til at hava pakkning til russiskar trolarar í. Men tann umsóknin er ikki viðgjørd yvirhøvur, og sostatt er byggiloyvið ikki givið til pakkhúsið. Formaðurin í Havnarnevndini hevur biðið felagið senda býráðnum tekningar, og aðrar upplýsingar, áðrenn umsóknin kann verða viðgjørd.
Men Kári Johansen dugir ikki at síggja trupulleikan, sum tey í Kollafjarðarnevndini stúra fyri.
Hann sigur, at tað fara at koma eini 10-12 skip á Kollafjørð um árið við einum 1.300 platum hvørja ferð. Pakkhúsið skal hava pakkning til 80 prosent av russiska flotanum um okkara leiðir.
Annars er ætlanin at koyra pakkningin runt landið, men eyðvitað verður tað eisini onkuntíð, at trolarar koma inn á Kollafjørð eftir pakningi. Eg dugi ikki at síggja fyri mær, at tað verður tann stóra skipaferðslan inn og út av Kollafirði, sigur hann.
Hann sigur eisini, at tey eru varug við trupulleikan við larmi, men felagið, sum stendur fyri hesum, hevur avtalað, at tey skulu ikki lossa, ella lasta um næturnar.
Annars er landsstýrið á veg við eini kunngerð um at avmarka larmin frá havnarløgum, og tær treytirnar skulu sjálvsagt lúkast.
Kári Johansen sigur, at hetta er ein øgiliga máti at fáa inntøkur burtur úr einum øki, sum annars er tómt – og tey hava brúk fyri arbeiðsplássunum.