Eg vænti eitt ríkt heyst

Samkoman Oasan í Havn skipar í heyst fyri kvøldmøtum ávís sunnukvøld. Skráin fyri møtini er rættiliga fjølbroytt. – Møtini savna eisini meiri fólk, sigur Torbjørn Láadal, sum skipar fyri møtunum.

Fleiri av limunum í samkomuni hava saknað hesi serstøku kvøldmøtini. Nú tey byrjaðu aftur í september mánaði, eru tey fegin um tað.

Ein teirra er Turið Joensen, sum hevur saknað hesi møtini, tí tey eru øðrvísi. Við samkomublaðið í Oasuni sigur hon seg havt ein longsul eftir teimum.

- Eg vil sjálvandi hava, at onnur møti og gudstænastur skulu vera. Men tað serliga við kvøldmøtunum er, at tað koma fólk frá øðrum samkomum, bæði til at syngja, vitna og tala, sigur Turið.

Fyrsta kvøldmøtið varð hildið 16. september. Sum skilst, er ikki óhugsandi at tey so líðandi gerast uppaftur fleiri.


Neistin skal loga

Arbeiðið í samkomuni er skipað soleiðis, at gudstænasta er hvønn sunnudag klokkan 11. Men ávís sunnukvøld er eisini møguleiki at fara á møti klokkan 18.

Her kann talan verða um sangmøtir, vitnimøtir og møtir har ein talari kemur á vitjan.

Tað er Torbjørn Láadal sum hevur fingið til uppgávu at skipa hesi møtini.

- Tað sum eg gleði mest um er at hesi møtini savna fleiri fólk og at møtini haraftrat eru sera ymisk, sigur hann.

Torbjørn sigur seg fegnast um, at teir talarar, sum eru bidnir at koma frá øðrum samkomum, hava játtað beinanvegin.

- Eg vænti, at hetta verður eitt ríkt heyst, har heilagi andin fer at verða virkin millum fólkið, og at tann neistin, sum andin blæsur á, fer at loga, sigur hann við blaðið.

Eftir skránni verður næsta sunnukvøldsmøtið 2. desember.