Eg vænti, at kanska okkurt annað lið enn havnarliðini fer við meistaraheitinum í ár

Nú nýggja kappingarárið í fótbólti er farið av bakkastokki, hava vit biðið Aabaran og fyrrverandi GÍaran Súna Olsen um at nevna fimm leikarar, ið fara at teljast millum profilarnar í Formula deildini í ár.

5 tær bestu við Súna Olsen
 
<st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Súni Olsen&quot;$?$end$!$Súni Olsen</st1:PersonName$?$end$!$ hevur megnað tað, ið flest allir leikarar í Formula deildini droyma um - at fáa ein sáttmála sum yrkisleikari í einum útlendskum fótbóltsfelag. Gøtumaðurin spældi inntil í fjør summar í Formula deildini fyri GÍ, men varð seldur til Aalborgfelagið AaB í juli. <BR>Nú føroyska landskappingin fer í gongd, hava vit práta við Súna, um hvat ger ein leikara góðan, og fingið hann at valt fimm leikarar, ið hann væntar fara at verða profilar í landskappingini í ár.

Góð venjing er týdningarmikil
Súni greiður frá, at góð fótbólts upplæring frá ungum árum er týdningarmikil, skal ein leikari gerast ordiliga góður. Nógv og góð venjing skal eisini til. Súni sigur somuleiðis, at venjarin hevur nógv at siga, tað, at ein venjari vísir tær álit, hevur stóran týdning fyri tína menning. Sjálvandi er tað eisini týdningarmikið, at tú ert tekniskt dugnaligur og er skjótur. Men tað er eisini viktigt at tú hevur ein sterkan vinnaravilja, ið vil taka teg langt.
 
Kosturin er størsti munurin
Súni hevur nú í yvir eitt hálvt ár spælt í AaB. Hann hevur her fingið nakrar royndir, ið hann ikki hevði áðrenn hann fór til Danmarkar. Sum yrkisleikari í bestu donsku deildini, er lívið heldur annarleiðis enn í Føroyum. Serliga er Súni farin at hugsa meira um kostin. Í Føroyum varð lítið og einki hugsað um, hvat tú át. Onkuntíð royndi eg at eta pasta, áðrenn eg skuldi á vøllin, men annars át eg tað, sum eg hevði hug til. Í AaB er kostætlan løgd fyri teg. Tað er t.d. eitt krav, at tú etur havragreyt um morgunin. Vit eta nógv grønmeti, nógv pasta og rís. Vit eta døgurða í kantinuni hvønn dag og fáa góðan mat. Tað, ið tú etur alla vikuna, er týdningarmikið fyri tín form tá tú spælir. Tú hugsar nógv meira um tað her. Tú fert t.d. ikki inn í býin og drekkur kola ella eina øl, sigur Súni.  Hann sigur, at hann følir stóran mun á forminum, Tú orkar munandi meira, tá tú hugsar um kostin. Feittprosentið er týndingarmikið. Vigar tú ov nógv, ert tú ikki nóg skjótur, sigur Súni
 
Hvør vinnur FM?
Súni sigur, at hann hevur roynt at fylgt við í venjingardystunum áðrenn kappingarárið. Men heldur tað vera torført at tosa um favorittar. Hann sigur tó, at hann væntar, at okkurt serligt fer at henda hetta kappingarárið. Kanska verður okkurt annað lið enn havnarliðini meistari í ár. Hvør hetta verður vil hann ikki skjóta uppá. Hann sigur, at av eysturoyarliðunum væntar hann, at Skála og EB/Streymur fara at klára seg væl. Hvussu GÍ og B68 klára seg, hevur nógv at gera við, hvussu kappingarárið byrjar fyri hesi lið.
Tá vit biðja hann um at velja fimm profilar í komandi kappigarárið, so eru havnarliðini umboðaði, umframt júst Skála og EB/Streym og hansara gamla lið GÍ:
 
Jákup Mikkelsen, málmaður hjá B36
Jákup Mikkelsen hevði eitt øgiliga gott kappingarár í fjør, hann var valdur ársins leikari. Eg haldi, at hann var ein av stóru grundunum til at B36 vórðu meistarar. Hann lat ikki serliga nógv mál sleppa inn. Í fleiri avgerandi og tøttum dystum tryggjaði hann liðnum stig.
 
Mortan úr Hørg, høgri bakkur hjá HB
Mortan úr Hørg er ein spennandi leikari, sum vit fara at síggja nógv til í landskappingini og eisini á landsliðnum. Hetta er ein stórur fongur hjá HB, at hava tryggjað sær. Hann er ein skjótur leikari, og so hevur hann ein sterkan vinnaravilja. Tá hann hevur verið á landsliðnum, er hann komin inn og hevur spælt væl.
 
Sorin Anghel, framherji hjá EB/Streymur
Sorin Anghel er ein góður álopsleikari. Hann er sterkur í høvdinum og skorar nógv mál. Síðsta kappingarár byrjaði hann illa, men kom fyri seg og leikti eina sera góða seinnu helvt av kappingarárinum. Hann er skjótur, málsøkin og altíð farligur. Eg vænti heilt víst, at hetta er ein leikari, ið vit fara at síggja nógv til í ár.
 
Bogi Gregersen, framherji hjá Skála
Bogi Gregersen hevur havt tvey góð ár á Skála, og eg vænti, at hann verður góður í ár. Eins og Sorin Anghel, er hann sterkur í høvdinum og skorar mál. Hann er ein skjótur leikari, og so hevur hann handan serliga vinnaraviljan
 
Gunnar Nielsen, offensivur miðvallari hjá GÍ
Gunnar Nielsen er nýggjur í GÍ. Hetta er ein leikari, ið hevur gott spælforstáilsi. Hann er ein tekniskt góður leikari, sum eisini er driblisterkur. Gunnar kemur úr ÍF, har hann vísti, at hann var ein góður leikari, sjálvt um hann hevði eitt ringt ár í fjør við skaðum. Men eg skilji á lagnum, at hann er sloppin av við teir. Tí kann hann gerast ein sannur profilur, so er spurningurin hvussu langt GÍ megnar at taka hann.