- Eg væntaði mær einki rós fyri fløguna. Eg geri poptónleik, eg havi vunnið mín fløgusáttmála og fleiri mettu, at fløgan kom ov tíðliga á gøtuna eftir ?X Factor?, sigur Linda Andrews um sína nýggja fløgu, sum sá dagsins ljós fyri góðum tveimum vikum síðan - Hetta er mín fløga, og eg havi ábyrgdina av henni. Eg havi einsamaøll ábyrgdina av sangunum, sum eru á. Eg havi ábyrgdina av, at tað eru mínar kenslur sum eyðkenna sangirnar. Um fólk ikki dáma tað, má tað bara verða so. Eg vil ikki ? og havi ikki hug til at ? broyta meg fyri, at onnur skulu verða nøgd.
Soleiðis svarar Linda Andrews mongu atfinningunum mótvegis sínu fløgu, sum kom á gøtuna fyri góðum tveimum vikum síðan. Hon staðfestir fyri danska Ekstra Blaðnum, at hon ikki væntaði sær rós fyri fløguna.
- Eg geri poptónleik, eg havi vunnið mín fløgusáttmála og fleiri mettu, at fløgan kom ov tíðliga á gøtuna eftir ?X Factor?. Sjálvsagt hugsi eg um ummælini, sum eg fái. Men eg havi gjørt av bara at taka ímóti teimum. Hetta er mín fløga, og eg eri errin av henni, sigur Linda Andrews millum annað við danska Ekstra Blaðið.