- Eg vóni at eg komi aftur í summar

Danin Bryan Rice spældi ein góða konsert á Planet Awards.

Hann var sera væl nøgdur við kvøldið og við allan Føroya túrin. M.a. vitjaði ferðaliðið í Nólsoy á ferðini. Har heilsaðu teir uppá Terja Rasmussen. Ferðaliðið fekk somuleiðis høvið at vitja upptøkuhølið hjá Terja. Hetta var sambært Bryan stak hugnaligt, og teir vóru imponeraðir av upptøkuhølunum. Leygardagurin var brúktur á ferð til Klaksvíkar. Afturkomnir til Havnar, kundi Bryan Rice avdúka fyri planet.fo, at hann vónaði at sleppa til Føroyar at spæla í summar. Hetta bendir á luttøku á Summarfestivalinum, enn er tó einki váttað hesum viðvíkjandi.
Við sær á ferðini til Føroyar hevði Bryan Rice umframt tónleikarar og ljóðfólk, pápa sín. Eisini hann var sera væl nøgdur við ferðina og tí friðsælu, ið hann upplivdi millum føroyingar.