Eg undrist….

Tað tykist púra endaleyst við lunnindum til ávísar bólkar í landi okkara. Fiskimenn fáa sjómansfrádrátt, egnarar fáa sjómansfrádrátt, og nú vilja tey á Strandferðslu og aðrastaðni hava sjómansfrádrátt eisini

Handverkarir sum arbeiða uttanlands fáa serligan frádrátt. Teir fingu hendan rætt í ringastu kreppuárum, talan var um eitt sonevnt kreppuátak. Skipanin er framvegis galdandi, hóast byggivinnan herheima skríggjar eftir handverkarum.

Fíggjarmálaráðharrin heldur tað vera órættvíst, men heldur, at vit skulu aftra okkum við at gera átøk, tí hesi fólk, sum fáa frádráttin, hótta við at fara av landinum, um tey missa frádráttin.

Mær kemur til hugs, at tað er ein bólkur, ið leingi hevur verið saknaður í Føroyum, og sum hevur verið noyddur til at flyta av landinum. Tey, sum ikki eru flutt umhugsa tað javnan.

Tað eru støku uppihaldarirnir eg hugsi um. Tær - og í einkultum førum teir - taka tað dýrabarasta hjá okkum við sær nevniliga børnini.

Eiga vit ikki at óttast, at alsamt fleiri teirra flyta, tí tey ikki kunnu liva í Føroyum?

Rentustudning? Ongan kjans, tí óhugsandi at keypa hús við einari inntøku.

Mær hevði dámt eitt uppskot um, at hesi fingu dupultan barnafrádrátt, ella tað sum svaraði til sjómansfrádrátt.

Tað er í heilum at hoyra um lív ella deyð hjá fiskivinnu, hjá handverki, hjá útjaðara.

Viðferðin av støkum uppihaldarum her á landi er ein spurningur um lív ella deyð hjá Føroyum. Børnini eru jú framtíð Føroya.

Miðlarnir viðgera javnan nøkur av málunum, sum eru fyri á tingi. Tá talan er um tunnlar, eru miðlarnir langt frammi í skónum, og viðhvørt tykist mær, at boðskapurin til Føroya Fólk er, at vit í tinginum ikki fáast við annað enn tunnlar.

Tí vil eg nýta høvið at kunna um, at eitt samgonguuppskot júst nú er í nevnd eftir 1. viðgerð viðvíkjandi stuðuli til stakar uppihaldarir. Í stuttum snýr tað seg um, at stakir uppihaldarir fáa 500 kr pr barn um mánaðin. Vónin er, at hetta bert verður byrjanin til veruligar ábøtur hjá hesum lítið raðfesta bólki.