Persónligu upplýsingarnir um føroyingar, sum peningastovnarnir fluttu av landinum, eiga at koma heimaftur
Tað sigur Poul Michelsen, vinnumálaráðharri í samrøðu við Vinnuna í Sosialinu í dag.
Nýggi landsstýrismaðurin í vinnumálum vísir á, at tað eru farin nøkur ár síðani føroysku peningastovnarnir meira ella minni niðurlaðaðu Elektron og lótu stóran part av virkseminum hjá fyritøkuni fara av landinum.
Millum tær upplýsingar, sum fóru til Danmarkar, vóru so at siga allar persónligar og fíggjarligar upplýsingar um føroyska borgaran og føroyska samfelagið.
Hetta hóvar ikki nýggja landsstýrismanninum við vinnumálum.
Saman við Høgna Hoydal, Tjóðveldi, hevur hann stríðst fyri at fáa hesr tænastur heimaftur til Føroyar. Bæði tí at tað skapar hátøknilig arbeiðspláss í Føroyum, men so sanniliga eisini tí, at slíkar upplýsingar eiga at verða goymdar í Føroyum.
Síðani málið seinast var í Løgtinginum hevur formaðurin í Framsókn ikki broytt meining:
– Eg vil leggja alla orku í at fáa hesa skipan heimaftur til Føroyar. Hetta er ein so týdningarmikil partur av samfelagnum, at hesar upplýsingarnar eiga at vera í Føroyum, sigur hann í stórari samrøðu við Vinnublaðið hjá Sosialinum.
Tá ið uppskotini hava verið til viðgerðar í Løgtinginum hava peningastovnarnir verið kallaðir inn til hoyringar. Teir hava sagt, at tað fer at kosta ómetaliga nógv at flyta upplýsingarnar og tær tænastur, sum mugu fylgja við, heimaftur til Føroya.
– Eg má bara siga sum er: Eg trúgvi ikki upp á tey tølini, sum peningastovnarnir hava borið fram í tinginum, sigur Poul Michelsen.