Eg tók ikki ábyrgdina frá Kára P. Højgaard

Hetta sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

- Eg tók ikki málsøki frá Kára P. Højgaard. Tað gjørdi eg 5. septembur, tá eg setti hann úr starvi, men inntil hesa tíð, so var Kári P. Højgaard landsstýrismaður í innlendismálum, og tí var tað hann, sum varaði av tunnilsmálinum. Í prinsippinum kundi landsstýrismaðurin undirskrivað avtaluna við CIP í Løkshøll 27. juni, sum upprunaliga ætlað, tí hatta var hansara málsøki, sigur løgmaður.

 

- Eingin í mínum politiska baklandi var ímóti, at leggja avtaluna fyri Løgtingið aftur, svarar løgmaður, tá hjásitari hansara, Sigmund Poulsen, spyr hann um umstøðurnar rundan avgerðina at leggja málið fyri tingið aftur.

 

- Eftir tað, sum var komið fram, so var semja í samgonguni um, at málið mátti leggjast fyri tingið aftur. Eingin í samgonguni mutaði ímóti.