Eg ætli mær ikki at sita hendur í favn og bíða

Nýggja býráðið í Havn fer undir eitt miðvíst arbeiðið fyri at sameina tilflytarar í føroyska samfelagið

– Eg fari ikki at seta meg hendur í favn og bíða eftir at fáa okkurt at gera.

 

Tað sigur Bergunn Kass, sum er forkvinna í nýggju eldranevndini hjá býráðnum í Havn.

 

Tað sigur hon, nú Býráðið hevur samtykt at skipa eina nýggja eldranevnd, sum skal taka sær av øllum eldraøkinum, samstundis sum at dentur skal leggjast á at sameina tilflytarar í føroyska samfelagið.

 

Annars fýltust tey í minnilutanum á, at ætlanin nú er at taka nakrar uppgávur frá Trivnaðarnevndini og at leggja tær í eina nýggja eldranevnd, sum skal varða av øllum málum, sum viðvíkja eldrarøktini.

 

Bjørghild Djurhuus vísti á, at Trivnaðarnevndin er ein nevnd, sum ikki hevur nógv at gera, hóast hon eisini umsitur eldrarøktina. Og verður eldraøkið harafturat tikið frá nevndini, er lítið eftir. 

 

Í 2015 hevði hon bara 11 fundir, har hon viðgjørdi 46 mál og í fjør hevði nevndin 16 fundir, har 61 mál. Hinvegin høvdu aðrar nevndir væl yvir 200 mál til viðgerðar og tí undrar tað hana, at ein arbeiðsøkið hjá eini so lítlari nevnd verður býtt sundur í tvey.

 

Í andstøðuna halda tey, at hetta er nokk meiri fyri at fáa eina politiska kabal at ganga upp.

 

Men Bergunn Kass sigur, at tað er tað ikki, tí hon sigur, at nýggja eldranevndin ætlar sær ikki at sita hendur í favn.

 

Heldur enn bara at sita og bíða eftir at fáa okkurt at gera, ætla tey at verða uppsøkjandi og at hjálpa til, har tey, sum kommuna, kunnu hjálpa til, ella stuðla uppundir, sigur hon.

 

Hon sigur, at eldraøkið er eitt stórt mál og á hesum øki er ymiskt, sum liggur á láni, so har er nokk at fáast við.

 

Samstundis ætlar meirilutin í býráðnum at fara undir eitt miðvíst arbeiðið at fáa tilflytarar til ein part av samfelagnum og tað er eitt arbeiðið, Trivnaðarnevndin fer at varða av.

 

– Integratión er eitt málsøki, sum onki miðvíst arbeiðið er gjørt við og tað ætla vit av álvara at kasta okkum yvir, sigur Bergunn Kass.

 

Annika Olsen, borgarstjóri, skoytir upp í, at nettupp málini um at sameina tilflytarar í føroyska samfelagið, fara at rúgva nógv upp í arbeiðnum hjá Trvinaðarnevndini framyvir.