Kári á Rógvi, formaður Sjálvstýrisfloksins, heldur ikki at tað verður nakar trupulleiki, at tað verður hann, sum skal standa á odda fyri flokkinum í valstríðnum upp undir løgtingsvalið.
Eftir tað vánaliga fólkatingsvalið hjá flokkinum boðaði hann frá, at hann fór at leggja frá sær sum floksformaður á næsta landsfundi.
Men tríggir limir í landsnevndini, stuðlaðir av 38 øðrum flokslimum, vildu ikki bíða og hava tí biðið um eykaaðalfund leygardagin at velja nýggjan formann.
Tey hava rætt til at krevja eykafund, men formaðurin í landsnevndini hevur nú boðað frá, at hann verður 20. oktober, ella níggju dagar fyri valið, ella akkurát tá ið valstríðið stendur upp á tað harðasta.
- Eg fái ikki gjørt annað enn tað, sum landsnevndin sigur og tí má eg standa á odda fyri flokkinum tað mesta av valstríðnum, sigur Kári á Rógvi.
Hann sigur, at hann ætlar at halda seg aftanfyri og lata øll hini valevnini sleppa framat.
Hinvegin ætlar hann at taka sær meiri av tí praktiska, sum at samskipa, útvega tilfar o.s.fr.
Tó hevur Kringvarpið oftað sett sum treyt, at tað er floksformenninir, sum eru við í orðaskiftunum og tað er Kári á Rógvi til reiðar til.
- Men annars verður tað onki spøri í tí at at lata hini sleppa í fremstu røð, sigur Kári á Rógvi.
Nú er onki dulsmál, at fleiri Sjálvstýrisfólk í fremstu røð, hava boðað frá, at tey góðtaka ikki tín leiðsluhátt?
- Eg haldi, at tey hava meiri hugsað um mín leiðsluhátt á tingi, har tey ikki sita.
Hinvegin heldur hann, at valstríðið upp undir seinasta løgtingsval, eydnaðist væl.
- Eg fari ikki at brúka nakran leiðsluhátt í valstríðnum, sum forðar øðrum valevnum at sleppa framat, sigur Kári á Rógvi.