Poul Michelsen, løgtingsmaður
Havi hesar seinastu dagarnar havt somu kensluna, sum eg hevði fyri nógvum árum síðani, tá eg sá filmin “Tó sólin stóð still”. Høvuðsleikarin var Jean Gabin, sum í filminum er verji hjá ungum skúlalærara, sum hevði dittað sær - umvegis Darwins læruna - at seta iva um rættleikan av tulkingini av bíbliuni hjá “stóra prædikumanninum” í einum lítlum amerikanskum býi.
Prædikumaðurin hevði øst allan býin upp í varg við bíbluni sum vápn. Lærarin varð av løgregluni tikin og settur í fongsul, ikki minst fyri at tryggja, at hann fekk rættartrygd og ikki lynsaður, áðrenn rætturin slapp at tala.
Filmurin fyrigongur tí fyri tað mesta í einum rættarhøli, og verjin hevur tað sera trupult at standa seg ímóti tí sterka sjálvvísa prædikumanninum, sum dugir bíbliuna uttanat. Verjin, sum var ein vanligur, tó kendur advokatur úr New York, var als ikki ílætin til at verja læraran á bíbilskum grundvølli. MEN hann gjørdi ikki mætari enn at seta seg at lesa og læra bíbliuna, og við henni setti hann - í einum dramatiskum orðaleiki - prædikumannin skák mát. Lærarin varð fríkendur, og tá hesin ovurfegin fór at takka verjanum – hugdi hann upp á læraran og segði – VIT TAPTU ØLL.
Óli Breckmann - vit kristnu!
Vit kristnu, vit sonnu kristnu, vit trúgvandi, vit rætttrúgvandi ....... soleiðis hoyra vit at fólk tilkennisgeva seg sjálvan, tá tey í navninum á Várharra taka sær rætt til at tulka bíbliuna og útleggja hana fyri at rættvísgera støðu sína, fyri at forða samkyndum verju í revsilógini.
Niðurstøðan má so verða hon, at vit onnur, sum eru øðrvísi hugsandi og seta spurningar, eru ókristin og rangttrúgvandi. Ja, so veit eg tað.
Men bíblian er nú einaferð ikki eintýðug vísindi og Guðs kærleiki ikki avmarkaður til nøkur fá – og hetta fari eg at seta mítt álit á.
Hendingarnar í filminum “Tá sólin stóð still” rann mær í hug, tá Óli Breckmann, umboðandi tey sokallaðu kristnu og navn Harrans, loyvir sær í einum fúlum og ósakligum orðastreymi at hunddálka samkynd og tey, sum vilja verja hesi.
Eg øtist – kenni meg ikki í hesum meldrinum av ókvemsorðum, men veit, at eg eri ein av teimum hann vil raka.
Eg standi spyrjandi. Er hetta Fólkaflokkurin? – mín flokkur? - sum altíð hevur haft frælsi og frísinni sum vørumerki.
Valtaktikkur?
Um Óli Breckmann ætlar sær til komandi val at venda politikkin hjá Fólkaflokkinum á eina eintáttaða sekteriska og fundamentalistiska kós, veit eg ikki. MEN eg fari so at gera alt tað eg eri mentur til, at Fólkaflokkurin eisini rúmar teimum, sum hava frælsi og frísinni sum lívsmál.
Við fólkaflokskvøðu
Eg øtist og vendi mær frá hesum við andstygd