Kendi tónleikarin, James Olsen, sum hevur koyrt og framvegis koyrir hýruvogn, hevur nú reist á føtur eina nýggja kvøld-og náttarrutu millum Havnina og Klaksvík. SKY-Bussurin, sum rutan kallast, koyrir úr Havn leygarkvøld klokkan 21 og úr aftur Klaksvík til Havnar klokkan 22.30. Síðan verður koyrt úr Steinatúni aftur klokkan 04.30 og norður til Klaksvíkar. James Olsen vísir á, at koyrt verður úr Havn og norður ígjøgnum Sundalagið og síðan út eftir Skálafjørðinum, áðrenn snarað verður niðan á Gøtueið um Leirvík til Klaksvíkar.
- Alt eftir, hvar fólk eru, sum vilja við á rutuna, steðgi eg á vegnum millum Havnina og Klaksvíkina, sigur hann.
Fyribils verður náttarrutan koyrd leygarkvøld, men James Olsen sigur, at um tað vísir seg eisini at vera tørvur á rutuni fríggjakvøld, er ikki óhugsandi, at hetta eisini kann gerast ein partur av konseptinum. - SKY-Bussurin, sum hevur pláss fyri 46 ferðandi, er eisini ein leigubussur, har eg koyri bólkar til eitt og hvørt høvi og tiltak, sigur hann.
James Olsen er útbúgvin ferðaleiðari, og hesa útbúgving tók hann í 2018 á miðnámsskúlanum í Vestmanna. - Eg eri millum tey fáu, sum hevur tikið prógv í at koyra stóran buss og vera ferðaleiðari samstundis. Tað eru ivaleyst fleiri, sum koyra og eru ferðaleiðarar, men vit eru bara nøkur fá, sum hava prógv í at veita hesa tænastu.
James Olsen sigur, at ein orsøk til, at hann fór í holt við SKY-Bussin er, at hann vil veita fólki, sum hava hug at ferðast millum Havnina og Klaksvíkina um kvøldarnar og á náttartíð, eina tænastu, sum ikki er frammanundan. - Eg havi longu nú fingið positivar afturmeldingar um nýggju tænastuna - ikki minst frá foreldrum, sum eru fegin um, at teirra børn og ungdómar kunnu sleppa heim aftur eftir ein túr í Havn eitt leygarkvøld.
Hann dylur ikki fyri, at hann eisini hugsar um ferðavinnukoyring við SKY-Bussinum.
- Eg tímdi ikki at sita og grenja og halda, at einki ber til, nú vit eins og heimurin allur hevur verið raktur av koronu-farsóttini. Eg vildi gjarna gera nakað við hetta, og eg haldi meg longu nú síggja, at her eru møguleikar, sigur James Olsen.
Tað kostar 1250 krónur hvønn vegin - ella 2500 krónur báðar vegir - hjá einum bussi sum SKY-Bussinum at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin. - Men, hetta nýtist mær ikki at hugsa um, tí eg koyri rutuna ígjøgnum Sundalagið, sum eisini passar mær væl í samband við ta tænastu, eg vil veita mínum viðskiftafólkum á leiðini.
James Olsen sigur, at hann eisini hugsar um at gera møguligar uttanlandsferðir til eitt nú Íslands, har hann sjálvur búði í níggju ár.
- Soleiðis, sum støðan er í løtuni, haldi eg, at rættast er at satsa upp á føroyingar og føroysk ferðafólk, serliga í egnum landi, men kanska eisini á útferð í eitt nú Íslandi, sum eg haldi er ein góður møguleiki, sigur maðurin, sum dagliga koyrir hýruvogn.
Meira um SKY-Bussin kann síggjast á Facebook-síðuni við sama navni.
##med2##