Tað hava ongar samráðingar verið ímillum Landsstýrið og donsku stjórnina í heyst um at hækka ríkisveitingina við eini trýtaldari milliónaupphædd.
Tað staðfestir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Í fjør miðaði Sambandsflokkurin annars eftir, at danska ríkisveitingin til Føroya skuldi hækkað 130- 200 milliónir krónur.
Eitt, sum varð nevnt var, at ríkisveitingin skuldi prístalsviðgerast við afturvirkandi kraft. Endamálið við hesum er at fáa blokkin upp á eitt dagsvirði, men síðani skal eisini skuldi prístalsviðgerast framyvir.
Men tær samráðingarnar við donsku stjórnina endaði við, at ríkisveitingin varð prístalsviðgjørd 8,6 milliónir krónur í 2012.
Avtalan var bara galdandi fyri eitt ár, so nú skal nýggj avtala aftur gerast ímillum Føroyar og Danmark um blokkin fyri næsta ár.
Og tað tykist eisini sum um at Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur slept ætlanini um at fáa ta stóru hækkingina.
- Tað var ikki stórt forstáilsi fyri, at ríkisveitingin skuldi hækka yvir 100 milliónir, staðfestir hann.
- Eg tapi ikki sama dyst tvær ferðir, leggur hann afturat, tá ið vit spyrja hann, um ætlanin framvegis er, at ríkisveitingin skal hækkast 130-150 milliónir.
Skuldu vera konkretar samráðingar
Annars segði løgmaður í Degi og Viku tann 17. januar í ár, at í heyst skuldu samráðingar verða ímillum landsstýrið og donsku stjórnuna um at hækka ríkisveitingina.
Og hann legði afturat, at tað skuldi vera ”konkretar samráðingar” og ikki bara brævaskifti og ikki bara telefonsarøður.
Nú sigur hann fyri Sosialinum, at hetta er eitt mál, sum er latið upp í hendurnar á Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, sum umsitur málsøkið.
Slík mál verða altíð latin upp í hendurnar á tí ráðið, sum umsitur tey, leggur hann afturat.
Men annars vil Kaj Leo Holm Johannesen ikki siga nakað um, hvat føroyska útspælið er.
- Tað er í løtuni samskifti við danskar myndugleikar um ríkisveitingina, so fáa vit at síggja, hvussu stór hon verður og um hon verður tann sama, sum í ár, ella um hon verður hægri.
Hann sigur, at landsstýrið hevur fingið eitt upplegg frá donsku stjórnini, men enn er støða ikki tikin til tað.
Hann vil heldur ikki siga, hvat uppleggið frá donsku stjórnini er.
- Eg havi ongar viðmerkingar til tað, fyrrenn ein niðurstøða fyriliggur, sigur hann.
Men málið skal vera avgreitt um eina ella tvær vikur, leggur hann afturat.
Hinvegin vísir hann eisini á, at verður danska ríkisveitingin prístalsviðgjørd hesi næstu árini, merkir tað eina inntøkuhækking hjá landskassanum upp á einar 50 milliónir tilsamans.
Ongar samráðingar
Jørgen Niclasen staðfestir, at ongar samráðingar eru við donsku stjórnina um at hækka blokkin.
Hann sigur kortini, at avtalan um blokkin var bara galdandi fyri 2013, so nýggj avtala skal gerast.
Um talan aftur verður um eina eittárs avtalu, ella um talan verður um eina trýára avtalu, sum tað var fyrr, dugir hann ikki at siga.
- Hetta eru spurningar, vit brævaskifta við donsku stjórnuna um í hesum døgum, sigur hann.
Hann vil heldur ikki siga, um hann aftur nú hevur biðið um at fáa blokkin prístalsviðgjørdan.
- Málið er ikki avgreitt, so tað fái eg onki sagt um enn.
Men hann sigur, at eitt uppskot um donsku ríkisveitingina skal so leggjast fyri Løgtingið heilt skjótt, tí tann rætta upphæddin skal setast á fíggjarlógina, sum verða samtykt í seinasta lagi nýggjársaftan.
Men landsstýrismaðurin í fíggjarmálum staðfestir, at í øllum førum eru ongar samráðingar um at hækka blokkin 130-150, sum annars var eitt av høvuðsmálunum hjá Sambandsflokkinum upp undir løgtingvalið í heyst.
624,1 millión
Í hesum døgum leggur eisini danska stjórin seinastu hond á fíggjarlógina fyri næsta ár.
Og greitt er, at hon hevur sett 624,1 millión av í ríkisveiting til Føroya næsta og – og tey næstu árini, fram til 2016.
Tað merkir, at, fyribils í hvussu so er, hevur danska stjórnin ikki roknað við, at ríkisveitingin til Føroya eisini skal prístalsviðgerðast hesi næstu árini.
Vit eiga 150-160 milliónir afturat
Edmund Joensen, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin, harmast um, at samgongan ikki biðjur um tað, sum hann sigur, føroyingar eiga og hava fullan rætt til.
Sostatt dregur hann ikki somu líni á hesum øki sum samgongan ger.
Eftir hansara tykki eigur blokkurin úr Danmark nevniliga at vera einar 160 milliónir hægri enn hann er.
Hann hevur ført fram, at landsstýrið skal samráðast við donsku stjórnina um at ”normalisera” blokkin, sum hann kallar tað.
Tað, hann hugsar um, er at prístalsviðgera blokkin heilt aftur til 2003.
Hevði blokkurin verið tað, hevði hann verið einar 150-160 milliónir hægri nú, enn hann er.
Og tað er hetta, fólkatingsmaðurin heldur, at samgongan eigur at biðja danir um, tí hetta er nakað, vit eiga og hava rætt til.
- Eg havi víst samgonguni á, hvussu skeivt tað er at lata hetta fara afturvið borðinum.
Samstundis ásannar hann, at tá ið semja ikki er í landsstýrinum um hetta, er ikki lætt, serliga tá ið tað ráðandi sjónarmiðið í samgonguni, er tað hjá teimum, sum halda, at blokkurin ikki skal hækka.
Edmund Joensen sigur, at danska fíggjarlógin verður samtykt 18. Desember.
Hann væntar, at næsta ár verður blokkurin aftur prístalsviðgjørdur, sum í ár.
- Men stígur er komin í samfelagið, so eg vænti ikki, at prístalsviðgerðin verður líka stór næsta ár, sum hon er í ár, nú hon er 8,6 milliónir, sigur føroyski fólkatingsmaðurin.










