Rógvi Nybo
Tað kemur ikki óvart á formannin í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Johannesen, at flokkur hansara gongur 2,5 prosentstig aftur í nýggjastu veljarakanningini.
- Eg hevði faktisk væntað, at vit fóru at ganga millum 1 og 2 prosentstig aftur. Eg haldi, at tað er flott av einum stjórnarflokki at halda stand soleiðis, sigur hann.
Hann leggur dent á, at tað sjálvandi ongantíð er gott at missa, men vísur til gongdina í eitt nú Danmark, har stjórnarflokkarnir missa í stórum, og heldur, at sæð í tí ljósinum er tað á einari leið at varðveita 8 tingsessir.
- Tað kostar at sita í stjórn, staðfestir hann.
Men meðan sambandsveljarin ikki í stórum rýmir frá flokkinum, missur hin stóri samgonguflokkurin, Fólkaflokkurin, heilar tríggjar tingsessir í nýggjastu kanningini, samstundis sum Sjálvstýrisflokkurin stendur at missa sín tingsess. Og tað er ikki hugaligur lesnaður hjá løgmanni.
- Eg má fyrst og fremst takka sambandsveljaranum fyri at hann er so stabilur. Men at samgongan stendur til at missa meirilutan, og at bæði Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin ganga so nógv aftur, sigur at vit verða noyddir at lurta betri eftir veljaranum. Hetta vísur kanska, at veljarin er blivin ótryggur við tær stóru avgerðirnar, vit hava tikið, eitt nú reformurin av pensjónum og av skattaskipanini. Hetta sigur, at næstuferð vit skulu taka so stórar avgerðir, eiga vit at lurta eftir veljaranum og ikki fara so skjótt fram, ásannar Kaj Leo Johannesen, løgmaður.
Taki fulla ábyrgd
At samgongan samlað gongur aftur, og at Fólkaflokkurin missur so nógv, tekur Kaj Leo Johannesen fulla ábyrgd fyri.
- Eg havi eisini ábyrgdina av at Fólkaflokkurin gongur so nógv aftur. Eg eri formaður í Sambandsflokkinum, men eg eri fyrst og fremst samgonguleiðari, og eg taki fulla ábyrgd av at samgongan gongur so nógv aftur, staðfestir løgmaður.
Hann er tó ikki heilt stúrin fyri Fólkaflokkinum.
- Tað vísir seg, at Fólkaflokkurin klárar seg altíð illa til vejlarakanningar. Men hann kemur altíð uppaftur. Tá dysturin skal spælast, koma teir altíð uppaftur, og tað vísur bara, at Fólkaflokkurin dugir altíð væl at reka upp undir val. Tí eri eg sannførdur um, at teir skulu nokk klára seg, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður.
rogvi@sosialurin.fo